Annað

Fýra føroyingar við altjóða ‘frame running’-kapping

Ábraham Bjarnason, Martin Johannesen, John Heri Johansen og Levi Hanusarson ætla sær at koma heimaftur úr Frederiksberg við heiðursmerkjum.

2022-07-14 09:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ímeðan flestu okkara njóta summarfrítíðina, eru 4 føroyskir frame-rennarar við í stórari altjóða kapping í Frederiksberg í Danmark, Framerunning developement camp & CPISRA international cup 2022

Hetta er ein stevna, har endamálið er at menna ítróttargreinina, og kappast á altjóða støði.

107 íðkarar úr 17 londum luttaka í stevnuni, sum í ár kann hátíðarhalda 25 ára stovningardag. Føroyskir luttakarar eru Ábraham Bjarnason, Martin Johannesen, John Heri Johansen og Levi Hanusarson.

Hetta er 14. ferð at Martin luttekur í kappingini, og hinir íðkararnir hava eisini allir roynt seg áður.

Í 2021 komu teir heimaftur við fleiri heiðursmerkjum og onkrum persónligum meti, og er málið at endurtaka avrikið í ár.

Við í ferðalagnum eru, umframt teir fýra íðkararnar, Diana Johannesen liðleiðari, Gunnar Eihilt Sivertsen, venjari og Bjarni Poulsen, Rebekka Eihilt Sivertsen, Poula Reinert Olsen, Katrin Syderbø og Elsebeth Syderbø, hjálparfólk.

Stevnan varir eina viku, men sjálv innleiðandi kappingin byrjar í dag, hósdagin 14. juli, og heldur á við kappingum og finalum fríggjadagin og leygardagin.

Tey ið ynskja at fylgja við hvussu tað gongur á Frederiksberg, kunnu fylgja við Facebook síðunum hjá Parasport Føroyar og Framerunning Føroyar

---

Fakta: Frame Running er ítróttargrein sum er ment fyri at geva fólki við breki og balansutrupuleikum møguleika at íðka. Ítróttagreinin er væl egnað til m.a. fólk við CP, vøddasvinni, parkinson ella øðrum kropsligum avbjóðingum, ið gera at tey ikki kunnu renna við egnari megi.

Ein Framerunner er ein trýhjólað súkkla uttan pedalir, har íðkarin sparkar seg fram eftir breytini. Parasport Føroyar skipar fyri regluligum venjingum, og eigur súkklur til tey, ið ynskja at royna ítróttagreinina.

Arbeitt verður fyri at fáa Frame running við á skránna á Pralympisku leikunum sum verða í Los Angeles 2028.

Tíðindaskriv frá Parasport Føroyar 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder