Fótbóltur

Fyri fyrstu ferð í 15 ár

Tað er óvanligt í Føroyum, at neyðugt er við brotssparkskapping, fyri at avgerða hvat lið kemur í steypafinaluna.

NSÍ vann í gjárkvøldið á HB eftir brotssparkskapping og spældi seg harvið í finaluna um Løgmanssteypið (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ vann í gjárkvøldið á HB eftir brotssparkskapping og spældi seg harvið í finaluna um Løgmanssteypið (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-30 17:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kemst helst serliga av, at í hálvfinalunum er talan um tveir dystir, og at regulin um útivallarmál hevur avgjørt fleiri hálvfinalur.  

Tá NSÍ og HB í gjárkvøldið noyddust allan vegin í brotssparkskapping í seinnu hálvfinaluni, sum var við Løkin í gjárkvøldið, varð borðreitt við dramaði fyri allar pengarnar. NSÍ dró longra stráðið og skal harvið spæla í finaluni um Løgmanssteypið og um áleið 1,8 millión móti B36 leygardagin.

[object Object]

[object Object]
Innskifti Sølvi Sigvardssen sendi Teit Matras Gestsson skeivan vegin og avgjørdi harvið finaluna (Myndir: Sverri Egholm)

[object Object]Tórður Thomsen varð skiftur inn til brotssparkskappingina og fekk ein lyklaleiklut við trimum bjargingum (Mynd: Sverri Egholm)

Seinast ein hálvfinala í kappingini um Løgmannsteypið varð avgjørd við brotssparkskapping var í 2006. EB/Streymur hevði vunnið fyrru hálvfinaluna, ið var á Eiði, 1-0, og í Gundadali 27. september skoraði Mikkjal Thomassen tíðliga, og tað skuldi brotsspørk til fyri at finna finalumótstøðuliðið hjá KÍ. B36 vann 5-4 í brotssparkskappingini og 17 dagar seinni 2-1 í finaluni, sum fyri fimtan árum síðani varð spæld væl seinni av enn ætlað, orsakað av einum kærumáli, ið seinkaði.

Sí dómaraseðil frá hesari hálvfinaluni her

EB/Streymur, B36, KÍ, Víkingur og HB hava verið íblandað í brotssparkskappingum í steypafinalum seinastu tíggju árini; nakað ið er meira vanligt. Tríggjar ferðir seinastu tíggju árini er steypavinnarin funnin eftir serstøku kappingina úr ellivu metrum, og hetta hava á sín hátt verið ógvuliga minniligar finalur: 

2012: Víkingur - EB/Streymur (3-3 eftir longda leiktíð) 
2016: KÍ - Víkingur (1-1 eftir longda leiktíð)
2018: B36 - HB (2-2 eftir longda leiktíð)

Sí eisini: 
Løgmanssteypið og evropeiskt pláss verður uppá spæl á Tórsvølli
Myndir: Dramatikkurin í Runavík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder