Hondbóltur

Fyrsta altjóða Eydnucup í Føroyum

Hesa vikuna skipar Eydnudeild Føroya fyri stórari hondbóltskapping í ítróttarhøllini í Skúlanum við Streymin – 120 leikarar luttaka, harav meginparturin kemur úr Danmark.

(Mynd: Eydnudeild Føroya)

(Mynd: Eydnudeild Føroya)

2022-04-11 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hesa vikuna skipar Eydnudeildin fyri stórari hondbóltsstevnu í ítróttarhøllini í Skúlanum við Streymin. Kappingin verður nevnd Eydnucup.

Eydnudeild Føroyar bleiv sett á stovn skírisdag í 2018, sum ein partur av donsku Lykkeliga. Lykkeliga/Eydnudeild er ein hondbólts deild fyri børn og ung við serligum avbjóðingum, har tey kunnu møtast við øðrum líkastillaðum til hondbóltsvenjing. Meira kunning fæst lesast her.

Fleiri enn 120 leikarar eru meldaðir til Eydnucup, og av teimum koma uml. 100 úr Danmark, og restin er úr Føroyum. Afturat leikarunum koma venjarar, stuðlar, foreldur og systkin, so talið á limum úr Eydnudeild/Lykkeliga felagsskapinum nærkast 400, skrivar Eydnudeild Føroya í tíðindaskrivi.

Tey trý føroysku liðini eru øll umboða í kappingini. Músabróðir í Klaksvík, Svanarnir í Vági og Lundapisurnar í Kollafirði. Harafturat eru leikarar úr 24 ymiskum feløgum í Danmark.

Upprunaliga var ætlanin at tey flestu skuldu gista í Skúlanum við Streymin og í leguhúsinum í Nesvík fyri at skapa ein ordiligan legustemning. Men av tí at tey flestu av luttakarunum kunnu hava brúk fyri at sleppa at verða í frið, hava tey valt at búgva á hotel, og summi leiga hús í Sundalagnum. Umleið 50 fólk búgva í Nesvík.

– Hetta er fyrstu ferð at vit hava eina altjóða kapping í Føroyum, og í góðum Eydnudeild stíli, so gongur tað ikki stillisliga fyri seg. Har verða tiltøk og undirhald fyri bæði spælarir, foreldur og systkin allar dagarnir. Tað er fyrstu ferð í Lykkeliga søguni at ein kapping er uttanfyri Danmark, so hetta er bæði søguligt og stórt, skrivar Eydnudeild Føroya.

– Vit vóru fyrsta hondbóltsliðið, sum bleiv sett á stovn uttanfyri Danmark fyri fýra árum síðani. Síðani eru lið komin í Svøríki, Týsklandi, Grønlandi, Finnlandi og heilt í Korea.

Tey í Eydnudeild Føroya siga seg vera errin um, at fyrsta altjóða kapping uttanfyri Danmark verður í Føroyum.

Skráin fyri Eydnu-cup 2022

Mánadag: Hondbóltspælirnir koma til Føroyar, øll møtast í Nesvík og eta døgurða saman

Týsdag: Eydnu-cup 2022 verður í skúlanum við Streymin.
Vit byrja sjálvandi við innmarch kl 10.30 og almannamálaráðharrin setir kappingina

Dystirnir frá kl. 11-17

Ímeðan dystirnir eru í gongd, hava børnini og systkin møguleika at svimja, spæla í hoppiborg, fara í teknistovu, slappa av í stillu-zone.

Allir spælarir fáa heiðursmerki og gávuposa.

Øll møtast í Nesvík og eta døgurða saman eftir kappingina.

Mikudag: Buss-túrur so gestirnir sleppa at síggja eitt sindur av Føroyum.

GALLA í Nesvík

Hósdag: Eydnudeild Føroyar fyllir fýra ár.

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum luttakarum til móttøku.

Í Lykkeliga er altíð okkurt yvirraskilsi, so luttakarnir til Eydnu-cup 2022 kunnu gleða seg – kanska onkur kemur at syngja og spæla fyri okkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder