
Tíðliga í morgun vann KÍ finaluna hjá U15 dreingjum. KÍ vann 3-1 á B36, men hjá gentum var tað umvent. B36 var omaná í finaluni um Eilif Arge Steypið, og vann 5-0 á KÍ frammanfyri einari rímiliga stórari áskoðarafjøld.
B36 legði sera hart út, og trýsti KÍ væl. Klaksvíksgentur høvdu ilt við at fóta sær, og Ró Samuelsen í málinum hevði nakrar góðar bjargingar. B36 spældi væl, meðan tær hjá KÍ tyktust fjáltraðar.
Tær flestu B36-genturnar eru eitt ár eldri enn tær hjá KÍ, ið allar eru føddar í 2004, og ein í 2005. Hetta sást eisini tí tær hjá B36 vóru generelt meira omaná í nærdystunum. Fleiri av B36-leikarunum vóru við í 6-1 sigrinum hjá U18 í gjárkvøldið. KÍ kom betri við sum fráleið, og Eivør á Kósini hevði ein góðan møguleika, men Hanna Dahl Hansen bjargaði væl.
Beint fyri mál kom leiðslumálið hjá B36. Havnagenturnar fingu lagt trýst, og bólturin datt til Lív Rúnadóttir, ið trygt setti bóltin í málið. Lív skoraði eisini í finaluni í gjárkvøldið.
KÍ royndi at svara aftur í 2.hálvleiki, ið var meira javnur. Ungu klaksvíksgenturnar høvdu eisini onkran góðan møguleika, men B36 sat framvegis meira á tí, og økti um leiðsluna eitt korter inn í 2.hálvleik. Eitt horna kom úr høgru til nærmastu stong, og har fekk sterki liðskiparin, Elsa Egholm setti bóltin í málið til 2-0.
Nú gjørdist tað tungt hjá KÍ, og ímóti endanum skrædnaði tað. Fimm minuttir fyri tíð lukkaði B36 endaliga dystin. Eftir gott uppspæl var tað áleyparin, Ester Ellingsgaard, ið skoraði. Ester økti tveir minuttir seinni í samband við eitt hornaspark, og Lív Rúnadóttir gjørdist eisini tvífaldur málskjútti.
Harvið kundu B36-genturnar fegnast saman við sínum larmandi áskoðarum. Næsta gullmedaljan hjá fleiri B36-gentum hetta vikuskifti, og framtíðin sær bjørt út á kvinnusíðuni hjá B36.
Finalan um Eilif Arge steypið – U15 Gentur
Leygardagin 25.08.2018 á Tórsvølli
B36 – KÍ 5-0(1-0)
43.min 1-0 Lív Rúnadóttir
50.min 2-0 Elsa Egholm
65.min 3-0 Ester Ellingsgaard
67.min 4-0 Ester Ellinggaard
68.min 50- Lív Rúnadóttir
B36(3-4-1): Hanna Dahl Hansen – Gunnrið Poulsen, Elsa Egholm(L), Jórunn Justinusssen – Jana Mittún, Birita Pætursdóttur, Lív Rúnadóttir, Bára Fisker Heinesen – Ester Ellingsgaard
Inn frá bonkinum: Barbara Hammer Anjudóttir, Rósa Z Ziskason, Súsanna L. Hansen og Jovina av Skarði
Venjarar: Jan Poulsen og Ingi Jacobsen
KÍ(3-4-1): Ró Simonsen – Jónrið Joensen, Lóa Samuelen, Joan Poulsen – Eivør á Kósini, Bjarnhild í Buð Justinussen, Bergit Svarvadal, Malena Olsen – Anitha Dalinum
Inn frá bonkinum: Jórun Najma Patawary og Maria Olsen
Venjarar: Bára Skaale Klakstein og Malena Josephsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald