Annað

Gunrid Hansen sett sum landsliðssamskipari hjá Ríðisambandinum

Gunrid Hansen er útbúgvin námsfrøðingur, hon hevur royndir bæði í leiðslu og samskipan, og arafturat hevur hon eina útbúgving í rossa- og ríðiterapi.

(Mynd: Ríðisamband Føroya)

(Mynd: Ríðisamband Føroya)

2026-05-22 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

NM í gonguløgum verður í Svøríki í august í ár, og í hesum sambandi verður ein nýggj mannagongd roynd, har m.a. ein landsliðssamskipari er settur, skrivar Ríðisamband Føroya í tíðindaskrivi.

Gunrid Hansen er nú sett sum landliðssamskipari hjá Ríðisambandi Føroya fyri 2026.

Gunrid Hansen er útbúgvin námsfrøðingur. Hon hevur royndir bæði í leiðslu og samskipan. Harafturat hevur hon eina útbúgving í rossa- og ríðiterapi, sum hon tók í 2017. Hon hevur undirvíst í ríðing, skipað fyri ríðilegum og er nationaldómari. Gunrid hevur riðið, síðani hon var smágenta og hevur bæði riðið kapp og kappast í gongulagskappingum ígjøgnum árini.

Landliðssamskiparin hevur í høvuðsheitum hesar uppgávurnar:

  • Samskipa alt virksemi viðvíkjandi landsliðnum
  • Vera liður millum landsliðið og Ríðisambandið
  • Fylgja øllum reglugerðum og kørmum, sum FEIF ásetur (FEIF stendur fyri: International Federation of Icelandic Horse Associations)
  • Vera toymisleiðari á staðnum til NM

At vera toymisleiðari við altjóða kappingar er rættiliga “høgguslokka-uppgáva”, sum m.a. umfatar at taka ímóti íðkarum og rossum, tá tey koma, fara á fundir á staðnum um mangt og hvat, syrgja fyri at øll eru kunnað um alt viðkomandi, sum fer fram á staðnum o.s.fr.

Hesin nýggi leisturin verður fyribils royndur til NM í ár – og so verður ein eftirmeting gjørd, tá ross og reiðfólk eru komin heim aftur, skrivar Ríðisambandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder