Fótbóltur

B68 helt lív í vónini við at skaka KÍ - NSÍ er nú eitt stig frá FM

Verandi føroyameistararnir taptu 1-0 á heimavølli móti botnliðnum eftir vánaligt avrik, meðan NSÍ avgreiddi uppgávuna í nógva vindinum móti 07 Vestur. Seks stig á muni og tvey stig á muni í FM-stríðnum, meðan botnstríðið ikki er minni spennandi.

B68 kann enn halda sær uppi eftir flottan stríðsinnsats í Klaksvík - samstundis rætta toftamenn gulkløddu grannunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B68 kann enn halda sær uppi eftir flottan stríðsinnsats í Klaksvík - samstundis rætta toftamenn gulkløddu grannunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-18 17:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FM-stríðið er so at siga avgjørt eftir ein dramatiskan dag, har bæði NSÍ og KÍ høvdu stórar trupulleikar við botnliðum á heimavølli.

NSÍ avgreddi tað tó betri. Serliga sum seinni hálvleikur leið, hekk eitt leiðslumál í luftuni í nógva vindinum við Løkin.. Og 83. minutti kom eitt Knudsen-mál: Petur væl ígjøgnum í vinstru, inn í brotsteign og yvirum til innskifta lítla beiggjan Aron. 1-0 og soleiðis endaði.

Liðið hjá Siggi Raggi Eyjólfsson gjørdi arbeiðið liðugt, og sum so ofta fyrr í ár fekk oddaliðið, sum oddalið gera, koppa tingunum yvir til sín. Nú er NSÍ nú so nær við sum gjørligt at tryggja fyrsta FM-heitið felagsins síðani 2007.

[object Object]

Hetta eisini tí at KÍ av álvara snávaði í dag. B68 var á eggini til at flyta niður áðrenn dagsins dyst, men hetta ætlaðu teir á Toftum avgjørt ikki. Við veruligum stríðsinnsatsi við Djúpumýru og brotssparksmáli hjá Sebastian Lau Nielsen, tryggjaði B68 trý stig.

- Tað var ikki óuppiborið, at B68 í øllum førum fær okkurt við her í dag. Man kann næstan ynskja NSÍ tillukku við FM nú.

Soleiðis segði ein vónbrotin liðformaður hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen, við FM1 eftir dystin. Heimaliðið vísti lítið og einki í dag. Nakrar støður vóru so líðanid, sum tað er, tá undirtippaða liðið leggur seg á odda so tíðliga. Men eitt ávíst máttloysi sást og merktiskt, og B68 hevði okkurt mótálop sum kundi givið 2-0 málið.

Við óvøntaða úrslitinum í Klaksvík er B68 framvegis við í stríðnum um at spæla í Meistaradeildini aftur í 2027. Skála fekk tó eitt stig við av Tórsvølli (3-3 móti B36), so fýra stig eru upp til niðurflytingarstrikuna. 07 Vestur, sum er tvey stig frammanfyri, er á skránni næsta sunnudag. Tá skal B68 eisini vinna - eydnast tað, er møguleikin har á seinasta leikdegi.

Tá bíðar NSÍ, sum eftir øllum at døma fer at lyfta FM-steypið tann dagin. Nú skal NSÍ bert hava eitt stig afturat. Annað FM-heiti í søguni kann eisini koma í hús, við at KÍ missir okkurt stig afturat. Tað merkir, at NSÍ kann tryggja føroyameistaraheitið á heimavølli móti HB sunnudagin 25. oktober við at spæla javnleik ella vinna. Ella kemur tað í hús við at KÍ ikki fær fult í Havn móti B36.

Dagført: 17.36 - meira um evropeiska stríðið seinni

25. umfar í Meistaradeildini
Í dag, sunnudagin 18. oktober
NSÍ - 07 Vestur 1-0 (0-0)
83' Aron Knudsen 1-0

Meira um dystin her

KÍ - B68
 0-1 (0-1)
17' Sebastian Lau Nielsen, br. 0-1

Meira um dystin her

EB/Streymur - HB 0-1 (0-1)

Meira um dystin her

B36 - Skála 3-3 (1-0)

Meira um dystin her



17.15; Víkingur - AB (FM1)

Klokkan 19.30 verður tikið samanum í sendingini 3. Hálvleikur

Lurta eftir FM1 her


Støðan

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder