
Ein dystur í Okkara-deildini er leiktur í kvøld. Føroyameistararnir leiktu grannauppgerð ímóti steypavinnarunum, og talan gjørdist um ein tættan dyst.
Hoyvíkingar vóru annars væl omaná í 1. hálvleiki, og førdu við seks málum eina løtu í 2. hálvleiki. Men kyndilsmenn, ið høvdu trupult við at skora mál, komu væl aftur og minkaðu niður til eitt mál.
Tað var tó ov seint hjá heimaliðnum, ið tapti fyri fyrstu ferð í ár. Hoyvíkingar eru nú á talvuni.
Kyndil - H71 17-18 (7-11)
Toppskjútti: Rúni Vest Højgaard (H71) 5 mál
Støðan í Okkara-deildini:
1. VÍF (5 stig)
2. Neistin (4 stig)
3. Kyndil 3 stig
4. StÍF (2 stig)
5. KÍF (2 stig)
6. H71 (2 stig)
7. Team Klaksvík (0 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald