Fótbóltur

Hallur Hansson: Vit vilja og skulu vinna á heimavølli

Stríðsmaðurin á miðvøllinum sær fram til fyrstu avbjóðingina í Nations League á Tórsvølli.

Hallur Hansson og hinir føroyingarnir eru til reiðar at geva alt fyri at fáa trý stig fríggjakvøldið
(Mynd: Sverri Egholm)

Hallur Hansson og hinir føroyingarnir eru til reiðar at geva alt fyri at fáa trý stig fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-05 22:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjakvøldið er startskotið hjá Føroyum í UEFA Nations League. Uppgávan er Malta á heimavølli, og vónirnar eru góðar til føroyska liðið, sum eisini er í bólki við Aserbadjan og Kosovo.

26-ára gamli Hallur Hansson var darvaður av skaða í pørtum av seinastu undankapping. Nú er hann 100 % aftur, og stendur seg væl í AC Horsens. Miðvallarin fegnast um at liðið, ið er væl fyri, er samlað aftur, og hann sær fram ímóti komandi avbjóðingunum. Hann vísur á, at tað skulu trý stig til, nú Føroyar spæla á Tórsvølli:

- Tað er altíð deiligt at møtast við guttunum aftur. Fyrireikingarnar eru sum tær plaga at vera. Vit hava sum lið verið ígjøgnum nógv saman, og vit vita hvat vit koma út fyri komandi dystirnar, so vit eru avgjørt væl fyrireikaðir. Tað nýtist sum so ikki at snakkast uttanum; vit vilja og skulu vinna á heimavølli, um vit skulu hava ein møguleika í hesari kappingini.

Føroyar verða mettar at hava favorittleiklutin fríggjakvøldið; millum annað hjá veddingarfyritøkunum. Tað er eisini spenningur um Føroyar megna at koma víðari til hálvfinalurnar í nýggju kappingini. Men leikarin við 32 landsdystum og 3 málum hevur føturnar fast á jørðini, og sigur at har skal sera hart arbeiði til fríggjadagin og í kappingini:

- Í mínum eygum eru vit ikki favorittar í nøkrum dysti, og eg eri vísur í at eingin av hinum leikarunum hugsar nakað líknandi. Um vit skulu hava ein møguleika at spæla okkum víðari í bólkinum, so mugu vit vera sera eyðmjúkir, arbeiða hart og raka tað allar hægsta støðið vit yvirhøvur eiga, so er møguleikin absolutt har.

Hallur Hansson sigur til endans, at málið til dystin móti Malta er greitt, og at leikararnir, sum í løtuni eru á Hotel Føroyum, síggja fram til uppgávuna:

- Nei, tað skal ikki vera nøkur loyna at vit fara eftir teimum trimum stigunum við øllum tí vit eiga. Vit hava stóra trúgv á egin evnir, og sjálvt um mótstøðan verður torfør, so gleða allir seg til uppgávuna. Har er eingin, sum kennir nakað trýst; vit skulu ikki nakað, men vit vilja.

Føroyska liðið hevur seinastu venjingina í morginárini klokkan 10.00. Dysturin er klokkan 19.45 á Tórsvølli.

Les eisini: Útselt til Føroyar - Malta

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder