Annað

Havnar Svimjifelag luttekur á fleiri kappingum uttanlands

Felagið hevur nógv virksemið uttanlands í hesum døgum.

2022-07-08 16:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógvir svimjarar hjá HS luttaka í kappingum í løtuni uttanlands. Elisabeth Erlendsdóttir (2005) luttekur á Evropeiska Junior Meistarastevnu (EJM), sum er í Bucharest í Rumenia, og Áki Eliassen (2006) og Ísak Briesenfeldt (2006) á Norðurlendska Meistarastevnu fyri Ung (NMU) í Tallinn í Estonia.

Harafturat er 19 svimjarar, sum luttaka á Bockstensdroppet 2022, sum er í Varberg í Svøríki. Bockstensdroppet er ein svimjistevna, sum svenska svimjifelagið Varbergs Sim skipar fyri í ár. Á stevnuni eru umframt luttakarar úr Svøríki eisini luttakarar út Noregi og Danmark. Kappast verður í 50m uttandurahyli. Gott hjá okkara svimjarum, at sleppa at royna seg.

Tað ber til at fylgja við á Livetiming her.

Ari Rasmussen Weihe (2005)
Bartal E. Eidesgaard (2003)
Jónas Rói Fossadal (2009)
Markus Bárðarson Dahl (2005)
Oddvaldur Leivsson (2008)
Ólavur Winther Jákupsson (2008)
Óli Mikkelsen (2008)
Silas Dam Lindberg (2008)
Símun Sámal Joensen (2009)
Villiam Marius Samuelsen (2005)
Bjørg Ólavsdóttir (2004)
Dortea Dam (2007)
Heiðrún Bogadóttir Enni (2010)
Lilja Lenvig Harrysdóttir (2009)
Eyðrið Mortensen (2003)
Ninna Jóhanna Kass (2007)
Jóhanna Katrina Jacobsen (2007)
Oddvá Sedea D. Nattestad (2006)
Ronja Ró í Dímun (2004)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder