Fótbóltur

HB á veg ímóti metinum

Føroyameistarin vann áttanda dystin á rað. Dysturin um 6. plássið er enn javnur.

HB vísti enn einaferð klassan og halda á at vinna
(Mynd: Jens Kr. Vang)

HB vísti enn einaferð klassan og halda á at vinna (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-30 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB gjørdist føroyameistari seinasta vikuskifti, men hóast góða mótstøðu frá EB/Streymi í dag, helt HB fast í sigursrøðini og kósini ímóti stigametinum. 

Við Stóra í Trongisvági vann TB/FCS/Royn "dystin um 6.plássið", og nú er bara eitt stig ið skilur liðini.

EB/Streymur hevði møguleika at arga, tá føroyameistarin var á vitjan í Hólmanum í dag. Teitur M. Getsson bjargaði brotssparkið tíðliga í dystinum, og heimaliðið hevði aðrar møguleikar at skora. Men eitt av eyðkenninum hjá HB í ár hevur verið effektivitetur, og tríggir ymiskir áleyparar slóu til fyri HB. 

Sigurin ger, at HB er ein sigur frá at javna metið hjá B36 frá 2011. Tá fekk føroyameistarin 67 stig.

Skála kundi so at siga tryggja sær 6. plássið, og harvið endað ovast av "botn-fimm liðunum". Skálamenn komu eisini á odda við einum frísparksmálið, men Suðringar svaraðu skjótt aftur, og avgjørdu dystin í 2. hálvleiki. Undan hesum dystinum høvdu Suðringar bert vunnið á EB/Streymi við Stóra í Betri-deildini í ár.   

EBS/Streymur - HB 0-3 (0-1)
John Frederiksen 0-1
Niklas Kruse 0-2
Ari Mohr Olsen 0-3

TB/FCS/Royn - Skála 2-1 (1-1)
Ólavur Mikkelsen 0-1
Dánjal Godtfred 1-1
Stefan Radosavljevic 2-1

Les eisini: Dreymurin um Evropa er fánaður í Eysturkommunu

NSÍ - 07 Vestur 7-1 (4-0)
Fróði Benjaminsen 1-0
Petur Knudsen 2-0
Jann Benjaminsen 3-0
Einar Tróndargjógv 4-0
Sonny Jakobsen 4-1 brotsspark
Einar Tróndargjógv 5-1
Klæmint A. Olsen 6-1
Pætur Turiðarsonur Skipanes 7-1

KÍ - AB 3-0 (1-0)
Páll A. Klettskarð 1-0
Óli Eyðsteinsson Poulsen 2-0
Kristoffur Jakobsen 3-0

Víkingur - B36 1-1 (1-1)
Erlendur Magnusson 0-1
Hjalti Strømsten 1-1

Støðan eftir 24 umfør: 
1. HB (64 stig)
2. KÍ (48 stig)
3. B36 (47 stig)
4. NSÍ (46 stig)
5. Víkingur (39 stig)
6. Skála (26 stig)
7. TB/FCS/Royn (25 stig)
8. EB/Streymur (20 stig)
9. 07 Vestur (13 stig)
10. AB (12 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder