Annað

Heimavøllir til Fleyr, Kyndil og Neistan

Flogbóltsfelagið Fleyr og hondbóltsfeløgini Kyndil og Neistin eru samd um býtið av hallunum á Hálsi og í Gundadali og hava undirskrivað semju um framtíðar nýtsluna.

Heini Hellisdal, Kyndil, Pætur Jakobsen, Neistin, og Anna Sára Leifsdóttir Skaalum, Fleyr

Heini Hellisdal, Kyndil, Pætur Jakobsen, Neistin, og Anna Sára Leifsdóttir Skaalum, Fleyr

2026-06-15 09:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Feløgini hava seinastu árini brúkt allar tríggjar hallirnar, sum hevur havt við sær ávísar avbjóðingar. Einki felag hevur havt ein greiðan heimavøll, og harpiks hevur órógvað flogbóltin, samstundis sum tað er neyðugt í hondbóltinum.

Tí er tað sera gleðiligt fyri bæði leikarar, venjarar og fjepparar, at feløgini nú skipa sítt virksemi við egnum heimavøllum.

Fleyr fer at venja og spæla sínar dystir í Gundadalshøllini, sum verður harpiksfrí. Partar av Gundadalshøllini verða umvældir í summar, so høllin verður í betri standi til komandi kappingarár í flogbólti.

Høllin á Hálsi verður skipað soleiðis, at Kyndil fær syðru høllina, meðan Neistin fær norðaru høllina. Feløgini fara at venja og spæla allar sínar dystir á egnum heimavølli.

Kyndil og Neistin fara kortini framvegis at hava partar av sínum virksemi í Skúlanum á Fløtum og í Gundadalshøllini, áðrenn Fleyr byrjar sínar venjingar.

Feløgini fegnast um, at ein loysn er funnin, sum øll eru nøgd við, og at leikarar, venjarar, fjepparar og avvarðandi nú fáa betri og greiðari umstøður.

Fleyr, Kyndil og Neistin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder