Annað

Helgi gjørdi bart

Helgi Dam Ziska gjørdi hol í sjógvin í dag við flottum sigri móti Brasil.

Helgi Dam Ziska gjørdi hol í sjógvin í dag við flottum sigri móti Brasil

Helgi Dam Ziska gjørdi hol í sjógvin í dag við flottum sigri móti Brasil

2018-10-01 07:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska gjørdi eitt ordans hál á talvolympiaduni í Georgia í dag. Honum eydnaðist at vinna á 1. borði í dystinum móti Brasil, sum er sterkasta lið, ið Føroyar hava møtt í kappingini. 

Vit taptu 3-1 fyri Brasil, men Helgi koppaði við hvíta fólkinum sterkasta telvaranum í Brasil, Rafael Leitao, sum hevur styrkitalið 2620 - 70 stig fleiri enn Helgi. Talvið var áhugavert og spennandi. Helgi telvaði við hugflogi og kraft og hevði sterka mótstøðumannin undir hørðum trýsti alt talvið. Tað er ikki á hvørjum degi, at Helgi syftir so sterkar telvarar, so vit hava alla orsøk at fegnast og ynskja tillukku. 

Brasil er styrkismett nummar 29 í kappingini, og er mannað við stórmeistarum á øllum borðum. Tað gav at bíta á hinum borðunum. Hóast Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen stríddust manniliga, noyddust allir til endans at lúta.

Dragnaðir

Eftir tveir dystir móti sterkum liðum - í fimta umfari Avstralia og nú Brasil - hevur úrtøkan rímiligt verið heldur soltnari enn at byrja við. Føroyska liðið er tí dragnað aftur sum nummar 111 í røðini av teimum 185 liðunum í kappingini. 

Í sjeynda umfari í morgin mánadagin telva Føroyar móti Botswana, sum er styrkismett nummar 116. Okkara lið er styrkismett nummar 76. Vónir eru tí um føroyskan sigur í morgin.

Spenningur í toppinum

Einastu liðini, sum hava vunnið allar dystir higartil, eru Aserbadsjan og Poland. Tey møtast í toppdysti í sjeynda umfari.

Aserbadsjan er styrkismett nummar fýra og Poland nummar ellivu. Á 1. borði hjá Aserbadsjan situr Mamedyarov, sum er nummar trý á heimsstyrkilistanum. Bara Carlsen og Caruana - sum í november fara at telva HM-finaludystin fyri einstaklingar - eru fremri. Mamedyarov hevur fýra stig fyri fimm umfør higartil. Á 2. borði hjá Aserbadsjan situr Radjabov, sum Helgi Dam Ziska møtti í stóru World Cup-stevnuni í fjør, og fekk fyrra av tveimum talvum remis.

Í hølunum á Aserbadsjan og Polandi á triðja plássi er USA, sum er styrkismett nummar eitt. Kina er nummar fýra og Holland nummar fimm. Russland, sum er styrkismett nummar tvey, var heldur ikki ment at vinna í dag, og er nummar 17 í røðini. Enn er heldur tíðliga at avskriva russarar, men mangt bendir á, at teir fara ikki at vinna seg heilt upp á tindin.

Nakrir toppdystir í dag: Aserbadsjan-Kekkia 3-1, Poland-Ukraina 2½-1½, Ísrael-Týskland 2-2, Bosnia-Herzegovina-USA ½-3½, Iran-Kina 1½-2½, Russland-India 2-2, Ongland-Frakland 2-2, Holland-Georgia 2½-1½. Og norðurlond: Noreg-Kroatia 1-3, Svøríki-Uruguay 3-1, Ísland-Kasakstan 1½-2½, Finnland-IPCA 2-2, Føroyar-Brasil 1-3, Wales-Danmark ½-3½.

Botswana næst

Dystirnir í sjeynda umfari byrja um middagskeitið mánadagin. Føroyar telva sum nevnt móti Botswana. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder