Fótbóltur

Hesir skulu standa á odda fyri danska landsliðnum

John “Faxe” Jensen verður landsliðsvenjari til dystin móti Slovakia.

John

John "Faxe" Jensen (t.v.) saman við fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaranum Henrik Larsen(t.h)

2018-09-04 14:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað verður fyrrverandi danski landsliðsleikarin og EM vinnarin frá 1992, John “Faxe” Jensen, sum stendur á odda fyri danska landsliðinum í dystinum móti Slovakia. Tað váttar danska fótbóltssambandið (DBU) fyri TV2.

Afturat John “Faxe” Jensen verður Hasse Kuhn hjálparvenjari, skrivar Bold.dk.

Nú leikararnir á danska fótbóltssambandinum liggja í orrustu við DBU, hevur DBU úttikið leikarar úr lægru deildunum til dystin í annaðkvøld.

Danski miðlarnir skriva, at leikararnir, higartil er millum teirra, sum fara við landsliðinum eru:

-Christian Offenberg (áleypari) og Morten Bank (málverji) úr Avarta í 2. deild

-Fimm leikarar úr TPI (Tarup Paarup IF) úr 2. deild. Ein teirra er Victor Larsen, sum er eykamálverji í felagnum

-Tveir leikarar úr Skovshoved í 2. deild

-Tríggir leikarar úr Vanløse í 2. deild

-Og meiri enn helvtin av leikarunum á danska futsal-landsliðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder