Fótbóltur

Hevur skorað móti KÍ fyrr

42 ára gamli Magne Hoseth, sum nú skal venja KÍ, hevur spælt 22 a-landsdystir fyri Noreg.

(Mynd: kristiansundbk.no)

(Mynd: kristiansundbk.no)

2022-11-21 18:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðmaðurin, sum nú kemur at venja KÍ, er ikki heilt ókendur við fótbóltin í Klaksvík. Í 2003 var hann ein av spælarunum á norska liðnum Molde FK, sum KÍ spældi ímóti í fyrsta undanumfari í táverandi UEFA-cup kappingini.

Magne Hoseth spældi báðar dystirnar. Tann fyrra, hann varð spældur á Svangaskarði, vann Molde 4-0, og hin seinna vann Molde 2-0, og Magne skoraði fyrra málið upp á brotsspark.

- Vit spældu ein vánaligan dyst, men komu víðari, segði Magne Hoseth, tá hann varð ígjøgnum umvegis video á tíðindafundi uppi á loftinum í KÍ-høllini í dag.

Annars segði hann seg ikki minnast tað stóra um dystirnar í 2003. Annað enn, at Kurt Mørkøre var venjari. Magne og fyrrverandi landsliðskempan, sum er búsitandi í Noregi, eru góðir vinir í dag.

Drúgva karrieru sum spælari

Magne Hoseth er 42 ára gamal, og kemur frá Averøy nærhendis Molde, millum Bergen og Tróndheim.

Hann er uppvaksin í felagnum Averøykammeratene, men fekk longu sum 18 ára gamal sáttmála við Molde har hann spældi til 2004. Í árunum 2004 og 2005 spældi hann við FC København, áðrenn hann fór aftur til Molde, og spældi har frá 2006 til 2014. Síðan hevur hann skift nógv sum spælari, í Stabæk, Viking, Aalesund, Notodden og Kristiansund, har hann endaði sína aktiva karrieru við trimum dystum á besta liðnum í 2017.

Hoseth hevur eisini eina drúgva landsliðskarrieru, og hevur spæld á øllum ungdómslandsliðunum hjá Noregi og hevur 22 dystir á a-landsliðnum í árunum 2001 til 2010.

Eftir at hann var givin sum spælari byrjaði Magne Hoseth sum venjari í Kristianssund. Hesa seinastu tíðina hevur hann veri hjálparvenjari á besta liðnum, sum tíverri ikki megnaði at varðveita plássið í Eliteserien í ár.

Sáttmálin við Kristiansund gekk út við kappingarlok í ár, og Magne Hoseth er uppsettur upp á veruliga at gera seg galdandi, nú hann fær høvuðsuppgávuna fyri eitt lið, sum hevur kvalifiserað seg til evropeiskan fótbólt.

Nógvir í kikaranum - men Magne passaði best

Tummas Lervig, formaður í KÍ sigur, at teir hava havt nógvar bóltar í luftini hesa tíðina, meðan leitað hevur verið eftir einum avloysara fyri Mikkjal Thomassen.

- Vit hava tosað við fleiri, men alla tíðina var Magne tann, ið passaði best til tann profilin, sum vit leitaðu eftir, segði Tummas Lervig á tíðindafundinum í dag.

Tummas Lervig upplýsir eisini, at teir í KÍ hava tosað við minst fimm ymiskar venjarar, onkur kendari enn Hoseth, flestu úr Noregi, men eisini onkran dana og svia.

Magne Hoseth hevur A-venjaraprógv, og orsøkin til, at hann ikki kundi vera til staðar í Klaksvík í dag var, at hann skuldi taka eitt kravt 40 tímars í sambandi við venjaraloyvið.

Í staðin fyri kemur Magne Hoseth til Klaksvíkar við familju síni í komandi viku fyri at heilsa upp á spælarar og fólkið aftan fyri liðið. Ætlanin hjá norska venjaranum er at kunna taka pro-licens sum venjari meðan hann er í Klaksvík.

9. januar byrjar venjingin.

Avtalan millum KÍ og Magne Hoseth er galdandi í tvey kappingarár. 

(Tekstur broyttur kl. 2148. Uefa-dysturin í 2003 varð ikki spældur í Klaksvík)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder