placeholder
Hondbóltur

Hondbóltskappingin hjá monnum broytt

Næsta ár fara fýra tey fremstu liðini at hava møguleika fyri at enda í finaluni. Í finaluni vinnur tann, sum er best út av fimm.

Ári greiðir frá, hvussu manskappingin verður næsta ár. (Mynd: HSF.fo)

Ári greiðir frá, hvussu manskappingin verður næsta ár. (Mynd: HSF.fo)

2018-08-25 14:19 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Seinastu árini hevur landskappingin í hondbólti hjá bæði kvinnum og monnum verðið skipað soleiðis, at tvey tey fremstu liðini í kappingini spæla upp til tríggjar finalur, tá kappingin er komin at enda. Men næsta ár verður hettar broytt hjá monnum. 

- Kappingin verður broytt soleiðis, at øll liðini spæla tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum ístaðin fyri fýra ferðir. So verður endaspæl ímillum fýra tey fremsti liðini og ein dupultkapping ímillum nummar fimm, seks og sjeyð. 

Soleiðis greiðir Ári Rouch, sum arbeiðir í umsitingini hjá HSF frá. Hann sigur at endamálið er at gera kappingina meira spennandi, og at nummar eitt enn fer at hava fyrimunir ímun til hini liðini, sum hava møguleika at enda í finaluni. 

- Nummar eitt velur eitt hvat mótstøðulið teir vilja spæla ímóti í hálvfinaluni, og so spæla hini liðini hálvfinalu ímóti hvørjum øðrum, greiðir hann frá. Hálvfinalan verður skipað soleiðis sum finalan hevur verðið skipað seinastu árini, altso at talan er um, hvør er best av trimum dystum. Men finalan sjálv verður eisini broytt. 

- Í finaluni verður talan um hvør er best úr av fimm. Tí verða minst tríggir dystir til finaluna, greiðir Ári Rouch frá. Hann sigur at feløgini ynsktu, at HSF kom við einum uppskotið um, hvussu kappingin kundi skipast við endaspæli eins og gjørt verður í grannalondum okkara. Sambært honum minnir hendan skipanin mest um tað íslendsku kappingina. 

Portalurin hevur tosað við ein hondbóltsleikara, sum helt at hettar gjørdi, at spælið ikki fór at verða eins gott í byrjanini av kappingini, tí kappingin ikki verður avgjørd fyrr enn seint í kappingarárinum. Men Ári Rouch er ikki heilt samdur í hesum. 

- Tað kanst tú væl siga, men tað verður soleiðis, at fyrstu umførini verða avgerðandi fyri, hvørjum bólki tú spælir í til steypakappingina, sum verður avgjørd síðst í februar, sigur hann. Hann leggur afturat, at eftir steypafinaluna er enn ein spælirunda eftir, og tá kann tað væl hugsast, at fleiri lið hava møguleika at enda ímillum fýra tey best og harvið spæla um finaluplássini. 

Ári Rouch váttar eisini, at tað einans eru H71 og VÍF, sum mótmæltu ætlaninum. Hann sigur at HSF fekk til uppgávu at gera eitt uppskot næsta kappingarár eftir gomlu ætlanini og eitt eftir nýggju ætlanini, men at undirtøka var fyri at royna nýggja leistin. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder