Fótbóltur

ÍF flytur niður

Eftir dystirnar sum vórðu leiktir í næst seinasta umfari í dag, er greitt, at fuglfirðingar mugu niður í 1. deild at venda. Í Klaksvík vóru føroyameistararnir ikki sannførandi, men vunnu kortini 2-1 ímóti EB/Streymi.

Ari Ellingsgaard og hinir í ÍF spæla næsta kappingarár í 1. deild (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ari Ellingsgaard og hinir í ÍF spæla næsta kappingarár í 1. deild (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-24 17:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fýra dystir í næstseinasta umfari í Betri deildini hjá monnum vórðu leiktir seinnapartin. Tann fimti skuldi eisini spælast í dag, men stutt undan dystarbyrjan fekk ein leikari í hópinum hjá B36 staðfest koronu, og allur hópurin skal tí kannast áðrenn dysturin ímít Víkingi kann avgreiðast.

Serliga í Fuglafirði var spenningur í dag. ÍF skuldi vinna dystin ímóti NSÍ fyri at framvegis gera sær vónir um at halda seg uppi í bestu deildini, meðan ein sigur hjá NSÍ kom væl við, um runavíkingar ætla at vinna sær fjórða plássið og harvið atgongd til evropamilliónirnar.

NSÍ førdi í fleiri førum í dystinum, men fuglfirðingar komu aftur í tveimum førum. Tá tað nærkaðist endanum skrædnaði hjá ÍF, og samstundis sum B68 ongan iva lat vera á Svangaskarði, gjørdist niðurflytingin beiski veruleiki í Fuglafirði.

ÍF hevur 16 stig og við bara trimum stigum eftir at spæla um, klára fuglfirðingar ikki at fáa B68 við 22 stigum aftur.

HB vann 5-0 á Dungasandi í Sørvági ímóti 07 Vestur. Eina løtu bendi tað á, at tað kundi blíva ljótt hjá vágamonnum, men tað kom bara eitt mál í seinna hálvleiki.

Í Klaksvík hava tey síðani leygardagin í síðstu viku fegnast um at FM var í hús, men 2-1 tapið ímóti HB í vikuni hevur helst sett síni spor. Aftur í dag var talan um eitt miðal avrik tá EB/Streymur var á vitjan. Meistararnir vunnu 2-1, og fara leygardagin til Norðragøtu at spæla seinasta dystin í kappingarárinum, har teir eisini fáa gull um hálsin.

Úrslitini í dag:

07 Vestur - HB 0-5 (0-4)
14’ Mikkel Dahl 0-1
31’ Jákup L. Thomsen 0-2
36’ Adrian Rúnason Justinussen 0-3
37’ Jákup L. Thomsen 0-4
48’ Mikkel Dahl 0-5

ÍF - NSÍ 2-5 (1-1)
5’ Jørgen Nielsen 0-1
45’ Tóri Nolsøe Olsen 1-1
52’ Aron Knudsen 1-2
77’ Emil Weihe Joensen 2-2
85’ Jacob Trenskow 2-3
90’ Klæmint Andrasson Olsen 2-4
90’ Klæmint Andrasson Olsen 2-5

KÍ - EB/Streymur 2-1 (2-0)
30’ Jóannes Bjartalíð 1-0 (br.)
34’ Árni Federiksberg 2-0
52’ Jóhann Hansson Joensen 2-1

B68 - TB 6-1 (3-0)
9’ Andri Benjaminsen 1-0
33’ Sjálvmál 2-0
43’ Sjálvmál 3-0
50’ Stefan Abrahamson Løkin 4-0
55’ Lukasz Cieslewicz 5-0
90’ Jóhan Renéson Thomsen 5-1
90’ Stefan Abrahamson Løkin 6-1

B36 - Víkingur (Avlýstur)


Støðan í Betri deildini

1. KÍ 71 stig (26 dystir)
2. Víkingur 59 stig (25 dystir)
3. HB 58 stig (26 dystir)
4. NSÍ 44 stig (26 dystir)
5. B36 42 stig (25 dystir)
6. EB/Streymur 25 stig (26 dystir)
7. 07 Vestur 25 stig (26 dystir)
8. B68 22 stig (26 dystir)
9. ÍF 16 stig (26 dystir)
10. TB 3 stig (26 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder