Annað

ÍF spleysað av í stríðnum um finalupláss eftir ósigur fyri SÍ

Polestar-deildin: ÍF – SÍ 1-3 (19-25, 19-25, 25-20, 20-25).

SÍ

2026-02-05 06:54 Author image
Innsent
placeholder

Við sigri á SÍ í gjárkvøldið kundi ÍF verið farið framum SÍ á stigatalvuni, men ósigurin merkir, at ÍF ístaðin er farið fimm stig aftur um SÍ, sum eisini eigur ein dyst til góðar, og tí fara møguleikarnir hjá fuglfirðingum at koma í FM-finalurnar at fækka, nú ÍF bara hevur fimm dystir eftir at leika.

Dystin í gjár vann SÍ rættilig greitt, hóast ÍF vann triðja sett.

Eftir at ÍF hevði vunnið fyrsta stigið í fyrsta setti, settið SÍ seg tungt á restina av settinum, sum varð vunnið 25-19. Í øðrum setti var ÍF frammanfyri til 8-7, tá ið SÍ fór framum, og so líðandi dró frá og vann settið 25-19.

SÍ var aftur á odda í triðja setti, men eftir 11-10 til SÍ eydnaðist ÍF at leggja seg framum og vinna settið 25-20.

Hóast hetta megnaði ÍF ikki veruliga at koma afturíaftur, og skjótt hevði SÍ lagt seg á odda 15-9 í fjórða setti. ÍF gjørdi tá ein vørr og minkaði um munin niður í 16-17, men eftir leikbrá dró SÍ frá aftur og vann settið 25-20.

Støðan í Polestar-deildini er tann, at Mjølnir liggur á odda við 29 stigum, SÍ hevur nú 24, ÍF 19, Fleyr 6 og Ternan onki stig. Mjølnir hevur spælt 12 dystir, ÍF 11, SÍ og Ternan 10 og Fleyr 9 dystir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder