Fótbóltur

Ikki útselt til dystin í kvøld

Tað verða helst nakað omanfyri 4.000 áskoðarar til Føroyar - Eysturríki. Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 19.45.

Føroyska liðið hevði í gjár sína seinastu venjing undan dystinum móti Eysturríki (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið hevði í gjár sína seinastu venjing undan dystinum móti Eysturríki (Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-09 17:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint áðrenn klokkan 17 vóru 4.300 atgongumerki seld til landsdystin í kvøld. Hetta upplýsir Fótbóltssamband Føroya fyri Portalinum.

Á Tórsvølli er pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum, og harvið vera í øllum førum nøkur hundrað setur tóm til HM-undankappingardystin móti landinum, ið okkara manslandslið spældu ímóti sín allarfyrsta undankappingardyst fyri beint yvir 31 árum síðani.

Oftast er tað so, at ikki øll tey atgongumerkini, ið eru seld/givin verða nýtt, so tað er ikki vist, at endaliga talið av áskoðarum verður meira enn tey 4.000. Til dystirnar í september var tað bara til dystin móti Danmark, at tað var útselt.

Umleið 300 eysturríkskir fjepparar vera til staðar í kvøld, sambært FSF.

Til ber framvegis til at keypa atgongumerki til Føroyar - Eysturríki her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder