Fótbóltur

Jákup og Patrik: - Ógvuliga gott at vera aftur

Tað fór at oysa niður á glóðheitu KÍ'arnar, meðan spælararnir við 24 landsdystum hvør tosaðu um góðu gongdina í Føroyum og tað at vera við aftur eftir drúgvan skaðasteðg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-03 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tbilisi, Georgia (Portalurin): Tað var krossbandið hjá Patriki Johanensen, ið slitnaði fyri beint yvir tveimum árum síðani í Íslandi.

Tvøramaðurin fekk ikki heilt fótafesti í Breiðablik eftir afturvendanina í fjør. Áleyparin spældi í løtum í trimum venjingardystum fyri Føroyar (tveir í juni og ein í november)

Nú er hann tó aftur fyri fullum útblástri. 29-ára gamli orkuríki og ágangandi spælarin hevur verið flúgvandi fyri KÍ hetta kappingarárið, og er hann á veg at vinna FM við felagnum aftur. 14 mál í 15 dystum sambært FaroeSoccer, og nú er heilt rætta tíðin at veruliga koma inn á landsliðið aftur, heldur hann.

[object Object]
Patrik Johannesen í regninum í Georgia í kvøld - undir liðini á Halli Hansson sum eisini skifti til KÍ eftir ein krossbandsskaða (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Myndir: Oysregn, tora og taktikkur í Tbilisi

Hjá Jákupi Biskopstø Andrasen var tað fóturin, sum órógvaði so at siga alt 2024. KÍ-liðformaðurin hevur ikki spælt ein landsdyst síðani november 2023 (Albania 0-0), men nú er hann aftur.

- Fóturin og kroppurin sum heild skulu venja seg við tað aftur, men eri við at koma meg heilt, staðfesti 27-ára gamli klaksvíkingurin.

Jákup hevur aftur prógvað sín týdning fyri KÍ - nú skal hann  í gongd aftur á landsliðnum.

[object Object]
Jákup Biskopst Andrasen millum Jóannes Kalsø Danielsen og Páll Andrasson Klettskarð á veg tl venjing í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Báðir spælararnir hava 24 skrásettar A-landsdystir. Hoyr teir ovast í greinini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder