Annað

Johan Sundstein vann 72 milliónir í Dota 2-kapping

Hetta er størsti vinningurin í einari e-sportskapping nakrantíð.

Johan Sundstein t.v. (Mynd: Ekstrabladet)

Johan Sundstein t.v. (Mynd: Ekstrabladet)

2018-08-26 10:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt vunnu 24 ára gamli Johan Sundstein og lið hansara OG Dota heimsmeistaraheitið í telduspælinum Dota 2. Umframt heimsmeistaraheitið eru teir eisini vorðnir 11,2 milliónir dollarar ríkari, ein upphædd, ið svarar til 72 milliónir í okkara krónum.

Tilsamans var puljan í International kappingini á 25,4 milliónir dollarar, ið svarar til uml. 163 milliónir krónur. Hetta er tann størsta nakrantíð í einari e-sportskapping, skrivar Ekstrabladet.

Electronic sports (talgildur ítróttur) ella e-sports, sum tað eisini verður nevnt, fevnir um tað at kappast í at spæla telduspøl, og er hetta ein ítróttargrein, ið er alsamt vaksandi úti í heiminum.

Johan Sundstein hevur føroysk foreldur og er uppvaksin í Danmark. Í esportsheiminum er hann kendur sum N0tail.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder