
Raheem Sterling hevði við tveimum málum syrgt fyri einari 2-0 leiðslu til Manchester City á útivølli móti Wolves. Hetta hóast tvífaldu meistararnir hjá Guardiola spældu við einum leikara í undirtali frá 12. minutti, tá málverjin Ederson fekk reytt kort. Ein góður og umráðandi sigur var á veg, men so sló Wolves til tríggjar ferðir; 2-2 málið kom smáar tíggju minuttir fyri leiklok og Matt Doherty avgjørdi dystin í 89.minutti.
Írski høgri bakkurin hjá Wolves avger her dystin (Mynd: EPA)
Málini hjá Sterling vóru ikki nóg mikið í gjár (Mynd: EPA)
Harvið sló Wolves enn ein seym í kistuna, ið er vónin um triðja meistaraheitið á rað hjá Guardiola og hansara monnum. Liverpool heldur fra at vera sannførandi, og hevur 52 stig útav 54 møguligum. 14 stig eru niður Manchester City, og Liverpool hevur eisini leikt ein dyst færri. Leicester liggur ímillum hesi liðini, men er eisini langt burtur fra liðnum hjá Klopp og tykist ikki hava tað, sum skal til fyri at bjóða av. Tó kann liðið hjá Brendan minka um munin til 10 stig í kvøld. Tað er eitt óvanliga flott kappingarár, ið Liverpool er í gongd við, og tað er einki ið bendir á, at tað verður spenningur um, hvar meistaraheitið endar.
Liverpool vann 4-0 í Leicester 2. jólakvøld (Mynd: EPA)
Hjá City gjørdist talan um vónbrot í 19. umfari (Mynd: EPA)
Dysturin, har Wolves kom upp á 5. plássið, var einsamalli dysturin á Premier League skránni í gjár. Tað var tann seinasti í 19. umfari. Tað seinna av umfarunum millum jól og nýggjár er í gongd nú. Ein dystur varð brísklaður í gongd stutt eftir middag. Tað var Brighton, ið vann uppgerðina millum liðini úr Suðuronglandi. Harvið slapp liðið hjá Graham Potter longur burtur frá niðurflytingarstrikuni, meðan Bournemouth kann fella niðurum hana, áðrenn dagurin er av. Watford og Aston Villa spæla týðandi botndyst nú klokkan 15.
Tottenham kann koma uppá 4. plássi, og United skal seint í kvøld halda fast í stríðnum um seinasta Champions League plássið.
Í gjár – seinasti dystur í 19. umfari:
Wolves – Manchester City 3-2 (0-1)
Í dag – 20. umfar:
Brighton – Bournemouth 2-0 (1-0)
Nú - 15.00: Newcastle – Everton
Southampton – Crystal Palace
Watford – Aston Villa
17.30: Norwich – Tottenham
West Ham - Leicester
19.45: Burnley – Manchester United
Støðan:
1. Liverpool (52 stig)*
2. Leicester (39 stig)
3. Manchester City (38 stig)*
4. Chelsea (32 stig)
5. Wolves (30 stig)
6. Tottenham (29 stig)
7. Sheffield United (29 stig)
8. Manchester United (28 stig)
9. Crystal Palace (26 stig)
10. Newcastle (25 stig)
11. Arsenal (24 stig)
12. Burnley (24 stig)
13. Brighton (23 stig) **
14. Everton (22 stig)
15. Southampton (21stig)
16. Bournemouth (20 stig) **
17. West Ham (19 stig)*
18. Aston Villa (18 stig)
19. Watford (13 stig)
20. Norwich (12 stig)
*Ein dyst færri (18)
** Ein dyst fleiri (20)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald