Hondbóltur

Julian spælir nú í Stavanger

22-ára gamli føroyingurin, sum hevur roynt seg í týskum hondbólti, er nú liðfelagi við Trónd Mikkelsen aftur. Hetta kappingarárið, ið byrjar fyrst í september, skulu Julian Jónsson Kragesteen og Tróndur Mikkelsen spæla fyri Ryger í næstbestu norsku deildini.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2022-08-23 15:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Julian Jónsson Kragesteen spældi síðsta kappingarár við ATSV Habenhausen í triðbestu týsku deildini. Nú er hann fluttur úr Bremen til Stavenger, har hann er farin undir búskaparlestur á UIS, og har føroyski bakspælarin næsta kappingarárið fer at spæla í næstbestu norsku deildini.

Hetta skrivaði Ryger Håndball á heimasíðu sínari í síðstu viku. Ryger er í roynd og veru eitt nýtt lið - ein samanlegging av tveimum Stavanger-feløgum, har Viking Stavanger er annað.

Seinastu árini hava nógvir føroyingar spælt við Viking Stavanger: Helgi Hoydal í trý ár - hann hevur í summar skift til Kristianssand í bestu norsku deildini - Kjartan Johansen í tvey ár og Jónas Gunnarsson Djurhuus í tveimum førum. Tróndur Mikkelsen spældi eisini í Stavanger í fjør og stóð seg sera væl.

Tað rakk ikki til uppflyting hjá felagnum, tí Kristianssand var sterkari í upp- og niðurflytingardystunum. Harvið byrjar samanlagda felagið á næsthægsta støði í Noregi og eitt av málunum er uppflyting. 

[object Object]
Julian Kragesteen skal spæla fyri Ryger og lesa á UIS í Stavanger (Mynd: vikinghk.no)

[object Object]
Fyrrverandi Neista-leikarin Tróndur Mikkelsen hevur veruliga gjørt vart seg í Stavanger (Mynd: vikinghk.no)

Tað skulu Tróndur og Julian, ið báðir eru uppvaksnir í Neistanum, hjálpa við. Í Stavanger fegnast tey um, at enn ein føroyingur er lagdur afturat hópinum: 

- Tað hevur víst seg at verið eitt gott "match" millum felagið og tað føroyska dna'ið. Julian er ein ungur leikari, ið kemur til Ryger og Stavanger fyri at menna seg. Hann er til reiðar at venja nógv og hart og hevur ein góðan hugburð. Talan er um en stabilan verjuleikara, og vit hava eina stóra trúgv uppá, at hann fer at taka stór fet í Ryger.

Hetta verður skrivað á vikinghk.no, ið eisini hevur tosað við Julian.

- Eg var ógvuliga hugtikin av felagnum. Eg havi hoyrt, hvussu stórar ætlanir tað hevur og føli, at eg kann hjálpa felagnum víðari og eisini menna meg sum hondbóltsspælari. Eg gleði meg til at byrja av álvara og eisini at uppliva meira av Stavanger.

Fyrsti dystur hjá Ryger í næstbestu norski deildini verður 4. september.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder