Fótbóltur

KÍ kvinnur tryggjað sær FM

Tað eru ikki bara menninir hjá KÍ sum hava vunnið FM áðrenn landskappingin er liðug. Seinnapartin tryggjaðu KÍ kvinnur sær FM fjórða árið á rað.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-24 18:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við 4-0 sigri móti Víkingi seinnapartin tryggaðu KÍ-kvinnurnar føroyameistaraheitið 2022 hóast tvey umfør eru eftir at spæla.

Tí við sigrinum kemur KÍ upp á 48 stig, og tá bara seks stig eru eftir, ber ikki til hjá NSÍ við 40 stigum, at røkka klaksvíkskvinnum aftur.

KÍ hevur verið suverent í hesari øldini, og vann FM 16 ár á rað frá 2000 til 2016. EBS/Skála fór avstað við steypinum í tvey ár, meðan síðani 2019 hevur KÍ ligið ovast á stigatalvuni tá kappingin er liðugt spæld.

Og í kvøld, bleiv tað altso fjórða árið á rað, at KÍ-kvinnur eru meistarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder