Fótbóltur

KÍ latið upp fyri søluni til hósdagin

Klaksvíkingar spæla hósdagin móti finsku meistarunum í síðstu royndini at sleppa við í evropeiskt bólkaspæl í ár.

KÍ vann fyri tveimum vikum síðan 2-1 móti Borac Banja Luka í fyrra dystinum, men samanlagt gjørdist klaksvíkingar ov stuttir (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ vann fyri tveimum vikum síðan 2-1 móti Borac Banja Luka í fyrra dystinum, men samanlagt gjørdist klaksvíkingar ov stuttir (Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-19 16:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hósdagin er HJK Helsinki á vitjan á Tórsvøli í play-off dysti í Conference League.

Hetta er seinasti møguleiki hjá KÍ á hesum sinni at koma í eitt evropeiskt bólkaspæl. Kravið er greitt: Vinnast skal á HJK Helsinki samanlagt yvir tveir dystir.

KÍ læt í dag upp fyri atgongumerkjasøluni. Tá KÍ spældi móti Borac Banja Luka fyri tveimum vikum síðani varð tað væl bíligari at sleppa til dyst enn til undanfarnu evropeisku dystirnar, og soleiðis er aftur hesaferð.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Prísurin er 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn.

Tað er opið at keypa í bólki 105, 104 og í bólki 111 aftanfyri málið er opið fyri tey ið ynskja at rópa eyka nógv á KÍ. Her hava ungu fjeppararnir í Bláu Bylgju sitið.

Dysturin byrjar klokkan 19:45 hóskvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder