Føroyameistakappingin í billard fyri lið er nú komin nakað áleiðis. Kappast verður í trimum deildum, og luttakandi feløgini eru Havnar Billardfelag, Klaksvíkar Billardfelag, Billardfelag Fuglafjarðar, Tvøroyrar Billardfelag og Skálafjarðar Billardfelag.
Tað eru klaksvíkingar, sum hava lagt seg á odda í bestu deildini við Ólavi Kjølbro og Urbanus Olsen á liðnum. Teir hava 17 stig fyri 3 dystir. Í hølunum á teimum er Havnar Billardfelag eisini við 17 stigum, tó fyri 4 dystir. Liðið er mannað av Jógvan Jørgensen og Per Hansen. Tó er stutt niður til Tvøroyrar Billardfelag við 15 stigum fyri 3 dystir. Liðið er mannað av Páll Hera Nolsøe og Max Rasmussen. Nr. 4 er Klaksvíkar Billardfelag 2 við 7 stigum fyri 3 dystir, nr. 5 er Billardfelag Fuglafjarðar við 4 stigum fyri ein dyst. Aftast er Habi2 við 4 stigum fyri 2 dystir.
Hyggja vit eftir støðuni hjá hvørjum einstøkum spælara í liðkappingini, so hevur Páll Heri Nolsøe fingið 12 stig og vunnið allar sínar dystir. Nr. 2 liggur Ólavur Kjølbro við 9 stigum av 12 møguligum. Nr. 3 er Urbanus Olsen við 8 stigum av 12 møguligum.
Hyggja vit eftir samlaðu eygunum hjá feløgunum, so liggja klaksvíkingar eisini á odda við 27,1 eygum í meðal, við Tvøroyrar Billardfelag í hølunum við 26,56 eygum í meðal.
Páll Heri Nolsøe og Ólavur Kjølbro eiga bestu einstøku úrslitini í liðkappingini í billard higartil.
Hyggja vit eftir meðal eygatalinum fyri spælararnar, so eiga Ólavur Kjølbro, Páll Heri Nolsøe og Kristian Sune Høgnesen bestu úrslitini higartil. Páll Heri hevur 34,48 eygu í meðal, Ólavur 30,23 eygu í meðal og Kristian Sune 26 eygu í meðal. Páll Heri eigur eisini besta einstaka úrslitið við umleið 43 eygum i meðal.
Bjarni Thomsen av Tvøroyri, sum saman við Tórða Holm hava lagt Tvøroyrar Billardfelag á odda í 2. deild.
Í 2. deild er støðan tann, at Tvøroyrar Billardfelag2 liggur á odda við 21 stigum, nr. 2 er Habi3 við 20 stigum, bæði fyri 4 dystir. Nr. 3 er Billardfelag Fuglafjarðar2 við 15 stigum, nr. 4 er Habi3 við 12 stigum, nr. 5 er Habi4 við 8 stigum og aftast er Skálafjarðar Billardfelag við 4 stigum. Hesi liðini hava øll spælt 3 dystir. Taka vit so einstøku spælararnar í 2. deild, so eru tað Bjarni Thomsen, Njál R. Petersen og Tórður Holm, sum hava bestu úrslitini við ávikavist 12, 10 og 9 stigum. Hyggja vit eftir eygunum, so liggur Njál klárt á odda við 18 eygum í meðal.
Í 3. deild har spælt verður í tveimum bólkum er støðan henda: Har eru ávikavist Billardfelag Fuglafjarðar5 á odda við 36 stigum og Havnar Billardfelag5 við 14 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald