Annað

Klárt til MMA-brakið

Búrið er komið upp og áskoðaraplássini eru komin uppá pláss. Klokkan hálvgun seks seinnapartin byrjar fyrsti av sjey dystum.

(Mynd: Sigfríður á Plógv)

(Mynd: Sigfríður á Plógv)

2023-05-20 13:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lagt er upp til eitt MMA-brak í Havn í dag. Búrið er komið upp og áskoðaraplássini eru komin uppá pláss.

Klokkan hálvgun seks fer fyrsti dysturin í gongd í stóra MMA-tiltakinum, sum verður í Høllini á Hálsi í dag.

Hetta er fyrsti dystur av sjey, og tann síðsti á skránni verður millum Fróða Vitalis Hansen úr Havn og Mourad Serrar úr Luksemborg. Tann dysturin byrjar klokkan 21.

Talan er um síðsta dystin hjá 44 ára gamla Fróða Vitalis Hansen sum yrkisíðkara. Tað er nakað serligt at kempa í Føroyum, og tað er perfekt at enda í Føroyum.

Sí eisini: Video: Perfekt at enda í Føroyum

Fyrireikararnir siga at atgongumerkjasølan á netinum hevur gingið væl, men frá klokkan 16 ber til at keypa atgongumerki við søludiskin í Høllini á Hálsi.

Skráin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder