Fótbóltur

Klassamunur í Leicester

Heimaliðið hevði onga skotroynd á mál og útiliðið skoraði fýra ferðir. Liverpool er á veg ímóti sínum fyrsta, men tí mest suverena meistaraheitinum yvirhøvur, í Premier League-tíðini Nú eru menninir hjá Klopp heili 13 stig á odda.

Milner hevur her skorað til 2-0, og teir reyðu vístu aftur sín klassa í kvøld (Mynd: EPA)

Milner hevur her skorað til 2-0, og teir reyðu vístu aftur sín klassa í kvøld (Mynd: EPA)

2019-12-26 21:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er so at siga eingin ivi eftir: Leicester fer ikki at vinna enn eitt meistaraheiti, men Liverpool fer at fáa sítt 19. ígjøgnum søguna og tað fyrsta í Premier League-søguni. Høvuðsspurningarnir tykjast bara at verða hvussu stórur stigamunurin verður niður til nummar tvey, ið allarhelst verður Manchester City, um metið hjá júst City frá í 2017/2018 (100 stig) verður tikið, og um Liverpool gerst annað liðið í søguni eftir Arsenal (2004) til at fara ósigrað ígjøgnum eitt kappingarár.

Leicester kundi í kvøld blása nakað av spenningi í oddastríðið. Men liðið hjá Brendan Rodgers fekk ikki nærkast Liverpool og harvið eisini opnað eina hurð fyri Manchester City. Í roynd og veru var tað ongantíð nær við, hóast tað ikki gjørdist 0-2, fyrrenn tjúgu minuttir vóru eftir.

Fyrstu løtuna var sera nógv ferð á, og hon var eisini merkt av fleiri mistøkum - serliga frá teimum hjá heimaliðnum, ið góvu Liverpool nakrar jólagávur. Mané var tættast við at taka av, men Kasper Schmeichel kom væl út og bjargaði. Eftir hálvan tían fekk danin akkurat ikki beinið á, tá Roberto Firmino leyp væl upp og stútaði leiðslumálið inn. Tað var Trent Alexander-Arnold sum við frálíkum innleggi úr vinstru eftir hornasparksstøðu fann brasiliumannin. 

[object Object]
Alexander-Arnold stóð fyri tveimum uppleggum og einum málið í kvøld (Mynd: EPA)

0-1 í hálvleikssteðiginum var ikki eitt mál ov lítið: Leicester kom ikki fram til nakað sum helst, og fyrsta korterið eftir steðgin snúði seg fyri heimaliðið bara um at halda seg í dystinum.  So misti Liverpool takið eina løtu, har Vardy og Leicester hóttu eitt sindur, men spenningurin fór heilt úr dystinum uppá nakrar fáar minuttir. Fyrst førdi ein annars vælleikandi Soyuncu hondina á bóltin eftir hornasparksinnlegg, og júst innskifti James Milner var ísakaldur úr ellivu metrum. Tríggjar minuttir seinni fann Alexander-Arnold aftur Firmino í brotsteignum, og legði nærum bóltin upp í málhornið við innarusíðuni á høgra beini. Áleyparin avgjørdi báðar dystirnar í HM í Katar fyri lið, ið Liverpool vann.

Alexander-Arnold setti sjálvur prikkin yvir i'ið. Ungi høgri bakkurin við tí frálíka sparkiteknikkinum og sera góðu dygdunum í álopskenda spælinum smekkaði bóltin niður í longra málhorn, og so var 4-0. Samanlagt var Liverpool bara omaná. Miðvøllurin við Henderson, Keita og Winjaldum stýrdi dystinum, útiliðið sá vandamikið út so at siga allatíðina, og Allison í málinum varð ikki noyddur at gera nakra bjarging. Klopp hevur ført hansara menn til heili 52 stig útav 54 møguligum, og hetta er met. 

City kann í morgin minka um munin til 11 stig, men tað skal ein kollveltandi broyting til í 2020, um Liverpool ikki skal lyfta sítt fyrsta Premier League-steyp komandi mai.

Premier League, 19. umfar
Boxing Day, 26. desember

Úrslitini fyrr í dag:

Tottenham – Brighton 2-1 
Aston Villa – Norwich 1-0
Bournemouth – Arsenal 1-1
Chelsea – Southampton 0-2
Crystal Palace - West Ham 2-1
Everton – Burnley 1-0
Sheffield United – Watford 1-1
Manchester United - Newcaslte 4-1

Í morgin: Wolves - Manchestter City

Støðan: 
1. Liverpool (52 stig)*
2. Leicester (39 stig) 
3. Manchester City (38 stig)*
4. Chelsea (32 stig)
5. Tottenham (29 stig)
6. Sheffield United (29 stig)
7. Manchester United (28 stig)
8. Wolves (27 stig) *
9. Crystal Palace (26 stig)
10. Newcastle (25 stig) 
11. Arsenal (24 stig)
12. Burnley (24 stig)
13. Everton (22 stig)
14. Southampton (21stig)
15. Brighton (20 stig)
16. Bournemouth (20 stig)
17. West Ham (19 stig)*
18. Aston Villa (18 stig)
19. Watford (13 stig)
20. Norwich (12 stig)

Ein dyst færri*

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder