Annað

Kring Føroyar er farið í gongd

Teinurin Gásadalur - Klaksvík er á skránni í dag.

(Savnsmynd: Oyggjaleikir - Jens Kr.Vang)

(Savnsmynd: Oyggjaleikir - Jens Kr.Vang)

2018-07-18 15:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

28 luttakarar løgdu í dag frá landið í ársins Kring Føroyar-kapping. Súkklað verður í fýra bólkum. 

Fyrsta etapan er frá Gásadali-Klaksvíkar. Teir í opna bólkinum byrjaðu og  í Gásadali, meðan hini byrjaðu í Kollfjarðadali. Hetta millum annað fyri, at øll skullu koma í mál nøkulunda samstundis.

Byrjað var á middegi, og málið er Klaksvíkin. Væntandi koma súkklarnir á mál nú áleið klokkan 16.00

Súkklað verður allar dagarnar fram til til og við sunnudagin. Millum annað á Sandoynni og í Suðuroynni.

Vit leggja úrslit út, so skjótt sum vit hava tey tøk. Tað er Dávur Magnussen, sum stórfavorittur at vinna opna bólkin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder