
Neistin fær í dag vitjan av vestmenningum. Kvinnudysturin byrjar klokkan 16.00, og oddadysturin í Okkara-deildini verður bríkslaður í gongd klokkan 18.00.
Talan er um fyrsta dystin í 5. umfarið hjá kvinnum, og mansliðini hjá Neistanum og VÍF spæla sín dyst nummar fimm.
Vestmannakvinnur og neistakvinnur skulu stríðast fyri at nærkast H71, ið er oddalið við fullum stigatalið. Bæði liðini hava tapt móti H71 í ár.
VÍF er ósigrað í Okkara-deildini, meðan Neistin tapti sín fyrsta dyst seinasta vikuskifti; talan var um tepurt tap í grannauppgerðini móti Kyndli.
Støðan í SMS-deildini:
H71 8
VÍF 4 *
Neistin 4
Stjørnan 3 *
Kyndil 2
StÍF 1
*Leikt ein dyst færri
Støðan í Okkara-deildini:
VÍF 7
Neistin 6
Kyndil 6 *
H71 4
KÍF 3 *
StÍF 2
Team Klaksvík 2
*Leikt ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald