Annað

Video: Tvær ferðir føroyskt met til Bartal Eidesgaard

Hann svam fyrst 50 metrar frí við tíðini 22.42 sekund og setti met og løtu seinni svam hann uppaftur skjótari í liðkappingini og sett enn einaferð føroyskt met við tíðini 22.35.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-22 08:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bartal Erlingsson Eidesgaard setti ikki færri enn tvey føroysk met i 50 metrar frí við tíðini 22.42 sekund.

Sjálvur átti hann metið, ið var 22.55. Leggjast kann afturat, at talan var um eina skjóta finalu har Heini Mohr Askam var nummar tvey við tíðini 23.96 og ein gamal kenningur, Óli Mortensen, kom á triðja pláss við tíðini 24.49. Síggj videobrot frá 50 metrar frí finaluni omanfyri.

Lítla løtu svam Bartal Eidesgaard uppaftur skjótari i liðkappingini 4x50 frí, og setti enn einaferð føroyskt met við tíðini 22.35.

FM á stuttgeil heldur fram í dag klokkan 16. Kappingin verður stroymd á Portalinum og atgongd fyri í dag kann keypast fyri 59 krónur.

Vitja Portal Play her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder