Fótbóltur

Landsliðið góðar umstøður í Vilnius

A-landsliðið við monnum kom sunnukvøldið til Vilnius, og hevur havt sína fyrstu venjing í dag. Litavar taka ímóti á LFF Stadion hóskvøldið.

Jóan Símun Edmundsson og Andrass Johansen

Jóan Símun Edmundsson og Andrass Johansen

2022-09-19 20:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Undirlagið er ikki ókent fyri føroysku spælararnar, tá teir hóskvøldið klokkan 21:45 lokala tíð í Vilnius fara á LFF Stadion at stríðast við litavar.

Talan er um eitt stadion við graslíki, sum varð bygt fyri tjúgu árum síðani, og kring vøllin er pláss fyri umleið 5.100 áskoðarum. Vøllurin er tó skiftur nakrar ferðir – seinast í 2020 – so tað er eitt rímuliga nýtt og gott undirlag, sum spælt verður á hóskvøldið.

Seinnapartin mánadagin hevði føroyska liðið fyrstu venjingina í Litava. Og sum heild eru allir væl fyri og klárir at taka dystin upp við litavar, ið higartil, sæð við litavisku eygum, hava havt eina sera miseydnaða kapping.

Undan dystinum er støðan í bólkinum tann, at Turkaland er fremst við fullum stigatali, sum er 12 stig. Nummar 2 er Luksemborg við 7 stigum, á øðrum plássi eru Føroyar við 4 stigum, og aftast er Litava, ið framvegis hevur fyrsta stigið til góðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder