Fótbóltur

Landsliðsvenjarin: Dysturin skal vinnast

Um vit skulu vinna bólkin, er týdningarmikið at vit vinna dystin í morgin.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-09-06 10:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Lars Olsen, landsliðsvenjari hjá føroyska fótbóltslandsliðinum, segði á tíðindafundi í morgun, at dysturin í morgin skal vinnast.

- Heimadystirnir eru týdningarmiklir. Um vit skulu vinna bólkin, so skulu vit vinna tílíkar dystir, segði Lars Olsen.

Landsliðsvenjarin segði, at hann hevur stóra virðing fyri Malta. Liðini spældu vinadyst fyri fimm árum síðani, og tann dysturin endaði við 3-2 sigri til Malta.

Spurdur um hann føldi nakað trýst at vinna dystin segði Lars Olsen, at har altíð er trýst, tá Føroyar spælir á heimavølli. Tí vónar hann, at føroyingar bakka upp um landsliðið í morgin og at Tórsvøllur er fullsettur.

Mynd: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder