Annað

Lið úr Vágum, Eysturoynni, Streymoynni og Suðuroynni tilmeldaði

Fyrsta umfar í Skúlafótbólti verður mikudagin 24. oktober, tá 6. flokkar fara at kappast í Marghøllini í Vági.

Mynd: Bjartur Vest

Mynd: Bjartur Vest

2018-09-26 10:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skúlar og skúlaflokkar kring landið vísa Skúlafótbólti stóran áhuga og hava longu fleiri skúlaflokkar úr fleiri skúlum meldað lið til Skúlafótbólt.

Tað longu nú er greitt, at skúlaflokkar úr Vágum, Eysturoynni, Streymoynni og Suðuroynni koma til kappingina Skúlafótbóltur. Lið kunnu framhaldandi meldast til á síðuni "Tilmeldingarskjal" á heimasíðuni, har tað eisini ber til at fáa nærri kunning um skúlafótbóltin.

Seinni í vikuni verður kunngjørt nær ymisku árgangirnar í fólkaskúlanum og miðnámsskúlar skulu kappast. Tað er tó longu greitt, at fyrsta umfar í Skúlafótbólti verður mikudagin 24. oktober, tá 6. flokkar fara at kappast í Marghøllini í Vági.

BankNordik er høvuðsstuðul hjá Skúlafótbólti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder