Fótbóltur

Liverpool vann tepurt á Wolves

Wolves megnaði at leggja oddaliðið undir trýst, men tað útjavnandi málið kom aldrin.

Sadio Mane skoraði sigursmálið hjá Liverpool (Mynd: EPA)

Sadio Mane skoraði sigursmálið hjá Liverpool (Mynd: EPA)

2019-12-29 18:45 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tríggir dystir eru á skránni í Premier League í dag. Fyrr í dag vann Chelsea grannauppgerðina ímóti Arsenal.

Liverpool tók í dag í móti Wolves á heimavølli.

Heimaliðið byrjaði dystin betri, og hevði onkrar fínar møguleikar at leggja seg á odda tíðliga í dystinum, men teir vóru misnýttir.

Eins og í gjár, so var VAR aftur í fokus í dag. Sadio Mane legði heimaliðið á odda tríggjar minuttir fyri steðgin. Fyrst var málið kolldømt, tí dómarin metti at Adam Lallana hevði havt armin á bóltinum, tá hann beindi bóltin víðari til Mané, men bólturin rakti økslina og mistakið hjá dómaranum var rættað av VAR. Men fyrr í álopinum sá út til at bólturin rakti armin hjá Virgil van Dijk beint áðrenn hann sendi bóltin til Lallana, sum við økslini beindi hann víðari til Mane, og hetta vóru Wolves leikararnir misnøgdir um, at VAR ikki dømdi. Beint eftir hetta fekk Wolves bóltin í Liverpool málið, men VAR kolldømdi málið fyri rangstøðu. Talan var um hárfína rangstøðu, og Wolves leikararnir vóru als ikki nøgdir við avgerðina hjá VAR.

Wolves kom væl út til seinna hálvleik, og skapti nakrar fínar møguleikar, men teir vóru ikki nóg hvassir, tá ið møguleikarnir komu.

Móti endanum av dystinum legði Wolves Liverpool undir trýst, og skapti fleiri góðar møguleikar, men Liverpool megnaði at standa ímóti, og vann dystin 1-0.

Premier League 20. umfar:

Í dag: 
Arsenal – Chelsea 1-2
Liverpool – Wolves  1-0
18.00: Manchester City – Sheffield United

Í gjár, 28.12:

Brighton – Bournemouth 2-0 
Newcastle – Everton 1-2
Southampton – Crystal Palace 1-1
Watford – Aston Villa 3-0
Norwich – Tottenham 2-2
West Ham - Leicester 1-2
Burnley – Manchester United 0-2

Støðan: 
1. Liverpool (55 stig)*
2. Leicester (42 stig) 
3. Manchester City (38 stig)*
4. Chelsea (35 stig)
5. Manchester United (31 stig)
6. Tottenham (30 stig)
7. Wolves (30 stig)
8. Sheffield United (29 stig) *
9. Crystal Palace (26 stig)
10. Everton (25 stig)
11. Newcastle (25 stig) 
12. Arsenal (24 stig)
13. Burnley (24 stig)
14. Brighton (23 stig) 
15. Southampton (22 stig)
16. Bournemouth (20 stig)
17. West Ham (19 stig)*
18. Aston Villa (18 stig)
19. Watford (16 stig)
20. Norwich (13 stig)


* Ein dyst færri (19)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder