Fótbóltur

Magne Hoseth verður nýggjur venjari hjá KÍ

Stórur áhugi fyri tíðindafundinum í KÍ-høllini í løtuni.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-21 17:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður norðmaðurin Magne Hoseth, sum kemur at standa fyri besta KÍ-liðnum við monnum komandi kappingarár.

Tað varð kunngjørt á vælmannaðum tíðindafundi í KÍ-høllini fyri løtu síðani.

Magne Hoseth var ikki sjálvur til staðar á fundinum, men hann var til staðar umvegis videosamband.

Magne Hoseth er fyrrverandi norskur landsliðsleikari, er í byrjanini av sínari venjarakarrieru. Hevur verið venjari í Kristianssund frá 2019-22.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder