Fótbóltur

Manchester United og Newcastle United í finaluni

Tað var eingin slingur í valsinum, tá Manchester United í gjár eisini vann seinnu hálvfinaluni í Carabao Cup, og Martial og Sancho vóru aftur á vøllinum. Finalan á Wembley verður spæld sunnudagin 26. februar.

Newcastle og Manchester United spældu miðskeiðis í oktober málleysan javnleik á Old Trafford - 26. februar spæla tey um steyp á Wembley (Mynd: EPA)

Newcastle og Manchester United spældu miðskeiðis í oktober málleysan javnleik á Old Trafford - 26. februar spæla tey um steyp á Wembley (Mynd: EPA)

2023-02-02 15:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bæði liðini hava spælt 20 dystir í hesum Premier League-kappingarárinum, og bæði hava 39 stig. Tey eru á ávíkavist 3. og 4. plássi, men millum annað Tottenham bjóðar av, og stríðast tey harvið um Champions League-pláss.

Tað eru tó aðrar kappingar hjá serliga Manchester United at hugsa um eisini, og í hesari vikuni er tað vorið greitt, at Newcastle United og Manchester United skulu spæla í Carabao Cup-finaluni síðst í hesum mánaðinum.

Sean Longstaff syrgdi við tveimum málum móti Southampton týskvøldið fyri, at Newcastle ikki kom í trupulleikar í seinnu hálvfinaluni, og í gjár var tað liðið hjá Erik ten Hag, ið setti tingini endaliga uppá pláss.

Les eisini: Newcastle skal spæla á Wembley 26.februar

Venjarin hjá United hevði valt at ikki byrja við David De Gea og Marcus Rashford , men annars var talan um meira ella minni fastar menn í byrjanaruppstillingi, hóast United vann 3-0 í fyrru hálvfinaluni. 

Nottingham Forest hevði tveir stórar málmøguleikar í fyrra hálvleiki og kundi harvið fingið spenning í samanlagt, men teir hjá útiliðnum vóru ikki nóg skarpir, og tað var eisini heimaliðið, sum leikliga var greitt omaná, og í seinna hálvleiki kundi steingja hurðina.

Hetta var eftir, at Rashford, Anthony Martial og Jadon Sacho vórðu skiftir inn. Martial hevur verið skaddur seinastu vikurnar, og tað var hann, ið fekk hol á í 73. minutti. Tríggjar minuttir seinni økti Fred - miðvallarin úr Brasil fær ein uppaftur størri leiklut á liðnum, nú Chrstian Eriksen er skaddur.

[object Object]
Jadon Sancho í dystinum móti Newcastle í oktober - hann hevur so at siga ikki spælt síðani (Mynd: EPA)

2-0 málið kom eftir vælspælt álop, har Rashford átti næstseinasta fótin, og Sancho eisini var við. Enski vongurin hevur ikki spælt ein dyst síðani í oktober. Hann varð ikki úttikin til enska HM-hópin og spældi ikki síðstu dystirnar áðrenn steðgin við United. Sambært ten Hag hevur hann ikki verið har, sum hann skal vera, kropsliga og sálarliga, og Sancho byrjaði ikki at venja við aftur fyrren í síðstu viku.

Newcastle og Manchester United hava nakrar lykadystir fyri framman í topp-fýra stríðnum, og 26. februar er so Carabao Cup-finalan á skránni á Wembley. Newcastle hevur ongantíð vunnið hesa kappingina og hevur ikki spælt nakra finalu síðani 1999 (FA Cup finalu móti Manchester United) Manchester United vann í 2017 Carabao Cup (League Cup) fyri fimtu ferð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder