Fótbóltur

Manuel Pellegrini fingið sekkin

West Ham hevur koyrt venjarin eftir eina ringa fyrru hálvu í Premier League.

Argentisnki venjarin Manuel Pellegrini er uppsagdur í West Ham (Mynd: EPA)

Argentisnki venjarin Manuel Pellegrini er uppsagdur í West Ham (Mynd: EPA)

2019-12-29 15:30 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

West Ham tapti leygardagin 1-2 ímóti Leicester, og tað kostaði starvi hjá venjaranum Manuel Pellegrini. Felagið boðaði í gjárkvøldið frá, at 66 ára gamli argentinski venjarin er uppsagdur.

Manuel Pellagrini hevur staðið á odda fyri West Ham síðani mai 2018.

Tað er ein ring fyrra hálva í Premier League, sum hevur kostað venjaranum starvið. West Ham hevur bert 19 stig eftir 19 umfør, og liggur á 17. plássið, eitt stigt frammanfyri Aston Villa, ið liggur beint undir strikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder