Oyggjaleikir 2019

Mátti berføttur renna teir seinastu fimm kilometrarnar við súkkluni

- Eg eri ófatiliga vónsvikin, segði yngsti av triatletunum, sum annars lá nógv fremst av føroyingunum.

2019-07-07 13:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Magni Jóhansson Hansen er ein triatletur, sum vit skulu halda eyguni við til komandi oyggjaleikir.

Í kappingini í dag kom hann inn á mál sum triðbesti føroyingur, men tað var ófatiliga skuffandi fyri hann, tí hann lá langt fremstur av føroyingunum meðan teir enn súkklaðu.

Men tá hann skuldi venda longst burtur frá málinum seinastu ferð, hendi tað, sum barasta ikki mátti henda.

Hann traðkaði so hart í pedalirnar, at ketan slitnaði. Og hvat var so at gera? Ikki annað enn at lata seg úr skónum og renna heimaftur við súkkluni. Tí tað ber ikki til at renna í súkkluskóm.

Í undanbrekkunum kundi hann stíga upp á pedalirnar og rulla. Restina av teininum mátti hann renna berføttur.

Sum vera mann, vóru tað teir allar flestu, sum yvirhálaðu unga Magna, áðrenn hann kom heim til skiftiøkið og fekk latið seg í renniskógvarnar.

- Eg havi ikki verið so vónsvikin fyrr, segði 25 ára gamli Magni Jóhansson Hansen úr Fuglafirði, tá hann kom í mál.

Men í mun til fleiri av liðfeløgum sínum, so hevur hann tíðina fyri sær. Hann er nógv yngstur á liðnum, og kann fáa fleiri møguleikar á oyggjaleikum í framtíðini. 

[object Object]

Úrslitini av triatlonkappingini er nú kunngjørt:

Andrass Joensen gjørdist besti føroyingur á einum 31. plássi í tíðini 2 tímar og 28,07 minuttir.

Nr. 38: Jákup Petur Eliassen 2:32,34
Nr. 39: Magni J. Hansen 2:33,15
Nr. 47: Hávard Vatnhamar 2:44,00

Føroyar gjørdust nummar seks í liðkappingini.

53 íðkarar gjøgnumførdu kappingina. Millum teirra, sum ikki kom á mál var Gunnar Dahl-Olsen. Hann punkteraði á súkkluni umleið miðskeiðis á teininum. Hevði ikki møguleika at fáa nýtt hjól, so hann valdi at gevast.

Súsanna Skylv Sørensen vann sína kapping í tíðini 2 tímar 31,27 minuttir umleið hálvanannan minutt skjótari enn Megan Chapple av Guernsey á øðrum plássi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder