
Jólini nærkast av álvara, og seinasta umfarið í fremstu hondbóltskappingunum í landinum verður leikt í kvøld og í morgin. Í kvøld eru tveir dystir í Okkara-deildini og ein dystur í SMS-deildini á skránni.
Hjá kvinnum er tað toppur móti botni, tá VÍF vitjar á Skála. Vestmannakvinnur kunnu økja í oddinum, har tað nú eru trý stig niður til H71. Í dystinum millum VÍF og StÍF í ár hava greipuvinnararnir vunnu stórt; í báðum førum við yvir 10 málum.
Í Okkara-deildini hittast somu mansliðini hjá somu feløgum í somu høll. VÍF vann tepurt á Neistanum sunnudagin og er væl við í oddinum. StÍF er í ongamannalandið; sjey stig upp til VÍF og 4. plássið og seks stig niður til Team Klaksvík á aftasta plássið. Tá StÍF og VÍF hava hittst fyrr í ár, hava vestmenningar vunnið í báðum førum.
Í Kollafirði er nógv uppá spæl, tá Neistin er á vitjan. Teir bláu úr Havn mistu oddasesin í Vestmanna sunnudagin, men kunnu taka hann aftur í kvøld. KÍF kann við sigri nærkast oddinum og møguleikanum at enda í topp-fýra. Neistin hava vunnið báðar innanhýsis dystirnar higartil í ár.
Í SMS-deildini eru tíggju umfør leikt. Í fremstu mansdeildini hava øll liðini spælt 12 dystir.
SMS-deildin:
18.30: StÍF - VÍF
1. VÍF (16 stig)
2. H71 (13 stig)
3. Kyndil (12 stig)
4. Neistin (11 stig)
5. Stjørnan (7 stig)
6. StÍF (1 stig)
Okkara-deildin:
20.00: StÍF - VÍF
Neistin - KÍF
1.H71 (17 stig)
2.Neistin (16 stig)
3.Kyndil (15 stig)
4.VÍF (15 stig)
5.KÍF (11 stig)
6.StÍF (8 stig)
7.Team Klaksvík (2 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald