Annað

Mjølnir vann tvær ferðir 3-0 á Fleyr í fýra dagar

Bara í einum setti var Fleyr nakrantíð á odda.

(Mynd: Mjølnir)

(Mynd: Mjølnir)

2025-12-04 08:43 Author image
Innsent
placeholder

Mjølnir – Fleyr 3-0 (25-16, 25-20, 25-20)
Tvær ferðir í fýra dagar hava Mjølnir og Fleyr møtst í Klaksvík, og bara í einum setti var Fleyr nakrantíð á odda; tað var í triðja settinum í gjárkvøldið, sum Fleyr skuldi havt vunnið, tí havnarmenn vóru á odda 17-11, men stígur kom í, og eftir at Fleyr hevði vunnið bóltin til 20-17, vann Mjølnir rest: átta bóltar á rað og harvið settið 25-20.

Í fyrsta setti fekk heimaliðið lítla og onga mótstøðu, og Mjølnir vann 25-16. Fleyr fylgdi við til miðskeiðis í øðrum setti, tá Mjølnir fór framum og var fyri tað mesta á odda við fýra, fimm stigum, tað sum eftir var av settinum, sum Mjølnir vann 25-20.


Mjølnir – Fleyr 3-0 (25-12, 25-17, 25-22)
Leygardagin vann Mjølnir eins sannførandi. Eftir tapið fyri SÍ segði Phil Freere við 3-2, at teir vóru nakað troyttir eftir evropeisku dystirnar, men ta møðina sást einki til leygardagin, og við sjey stigum á rað legði Mjølnir seg á odda 10-2 í fyrsta setti, sum varð vunnið so mikið sum 25-12.

Annað sett var meinlíkt, og Mjølnir fór framum 10-3 og 21-12, áðrenn Fleyr pyntaði eitt lítið sindur um úrslitið, sum gjørdist 25-17 til Mjølnir.

Í triðja setti gekk javnari fyri seg, og støðan gjørdist 9-9, men so dragnaði Fleyr, og Mjølnir fór framum 18-11. Fleyr gjørdi ein vørr móti endanum og bardi seg upp á 22-24, men við triðja dystarbóltinum vann Mjølnir settið 25-22.

Við teimum báðum sigrunum fór Mjølnir seks stig framum ÍF og SÍ, sum tó hava spælt ávikavist tveir og ein dyst færri enn Mjølnir. Sunnudagin møtast SÍ og ÍF í Sørvági. Leygardagin vitjar Mjølnir Ternuna á Toftum.

Støðan í Polestar-deildini:

NrLiðDystirSettmunurStig
1Mjølnir71418
2ÍF5912
36712
4Fleyr7-106
5Ternan7-200

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder