placeholder
Annað

Myndir: Fyrsti teinurin í Leif Mohr Kring Føroyar

Súkklað varð úr Runavík, til Skálabotn, og so aftur á mál í Runavík. Sí myndir.

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-05-18 12:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrsti teinurin í súkklukappingini Leif Mohr Kring Føroyar varð koyrdur í gjár.

Kappast varð í Einkultstarti, teinurin var úr Runavík, til Skálabotn, og so aftur á mál í Runavík. Teinurin var 24 kilometrar, og tað tók vinnarinum, Jákup Petur Eliassen, góðar 37 minuttir at koyra teinin. Sigurin var sannførandi og vóru tað smáir tveir minuttir aftur til nummar tvey. 

Sigurin hjá kvinnum var somuleiðis sannførandi, og vóru tað umleið 10 minuttir millum vinnaran hjá kvinnum, Súsanna Skylv, og nummar tvey, sum gjørdist Jana Egholm.

Les eisini: Sannførandi sigur hjá bæði kvinnum og monnum

Sí myndir sum Ólavur Frederiksen, Faroephoto, tók í gjár:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder