Nógvur evropeiskur fótbóltur og hondbóltur á skránni hjá føroyingum í kvøld

Mjällby spælir sín fyrsta deildarspælsdyst klokkan 17.45. Áki Samuelsen og Martin Agnarsson eru í hópinum, og dysturin sæst á Disney+. Champions League-dystir hjá Óla Mittún, Hákuni West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen síggjast á Viaplay - teir hjá donsku feløgum síggjast eisini á TV3.

Áki Samuelsen spældi herfyri tveir landsdystir á Tórsvølli. Hann skoraði í øðrum og legði upp í hinum. Nú bíðar evropeiskur deildarspælsfótbóltur á fyrsta sinni hjá honum (Mynd: Sverri Egholm)

Áki Samuelsen spældi herfyri tveir landsdystir á Tórsvølli. Hann skoraði í øðrum og legði upp í hinum. Nú bíðar evropeiskur deildarspælsfótbóltur á fyrsta sinni hjá honum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-15 12:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan verður um eitt spennandi evropeiskt kvøld hjá fleiri føroyskum íðkarum á høgum stigi.

Áki Samuelsen og Martin Agnarsson eru fyri kortum komnir aftur til Svøríki eftir langan landsliðstúr við føroyska manslandsliðnum í fótbólti. Havnarmenninir spæla fyri svensku meistararnir Mjällby, sum á fyrsta sinni er í einum evropeiskum deildarspæli. Talan er um Conference League.

Áki Samuelsen var við at senda Mjällby higar við tveimum málum móti Lincoln Red Imps, og roknast kann við at kviki vongurin fær ein leiklut søguliga kvøldið í Hallevik.

Meira ivasamt er við Martini Agnarsson. Vinstri vongbakkurin, sum hevði eitt sveiggjandi landsliðsvindeyga, hevur ikki spælt nógv, síðani svenska liðið keypti hann úr Aarhus Fremad í summar.

Mjällby spælir móti Inter Club d'Escaldes. Liðið úr Andorra tapti fyri omanfyri nevnda Red Imps í Champions League og er eisini fyrstu ferð í einum deildarspæli. Í 2021 sló Inter Club d'Escaldes HB úr Champions League og í 2023 Víking út úr Conference League.

Hearts spælir Conference League-dysti móti FC Midtjyllandi í kvøld, men Aron Benjaminsen er ikki í fyrsta liðshópinum enn.

Tríggir Champions League-dystir

Í hondbólti eru fleiri føroyingar, sum spæla í hægstu evropeisku kappignini. Og í kvøld, í 4. umfari í Champions League-bólkaspælinum, eru lykladystir á skránni.

Óli Mittún leggur fyri við dysti móti gomlum kenningum úr svenska oddastríðnum frá Sävehof-tíðini. Svensku meistararnir úr Kristianstad vitja í Svendborg Arena klokkan 17.45 føroyska tíð. GOG vann, tá liðini hittust í Svøríki í síðstu viku og hevur tørv á at vinna aftur fyri at vera í góða støðu til avgerandi dystirnar í bólkinum.

[object Object]
Sum Sävehof-spælari stríddist hann ofta móti Kristianstad - í kvøld tekur Óli Mittún ímóti sum profilur hjá GOG

GOG- Kristianstad sæst á danska TV3 og á Viaplay. Tað ger Montpellier - SAH Aarhus eisini. Talan er um lykladyst í bólki E: Vinnarin í Fraklandi í kvøld fer mest sannlíkt við Barcelona víðari til næsta umfar. Skanderborg Aahurs vann, tá liðini spældi í Danmark í síðstu viku, og tá hevði Jóhan á Plógv Hansen stóran leiklut: Høgri vongurin varð toppskjútti.

Les eisini: Jóhan á Plógv Hansen toppskjútti í fyrsta Champions League-sigrinum hjá SAH

Füchse Berlin spælir eisini klokkan 19.45 - spurningurin er um Hákun West av Teigum verður at síggja. Higartil í Champions League hevur Leo Prantner spælt nógv, men Hákun hevði tó stóran lieklut móti Veszprem og nú dysturin í Portogal er so mikið týðandi - vinnarin fer mest sannlíkt víðari - kann veruliga verða neyðugt við føroyska fyrsta valinum hjá Füchse. Dysturin sæst á Viaplay.

Sí støðuna í bólkunum og dystarskránna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder