Fótbóltur

Myndir: Oysregn, tora og taktikkur í Tbilisi

Fyrsta føroyska venjingin undan fyrireikingardystinum í Georgia hevði eitt sindur av hvørjum. Tað var skjótt, at regnjakkarnir komu væl við - ikki allir føroyingarnir vandu við.

Adrian Rúnason Justinussen temur bóltin hegnisliga, meðan regnið oysir niður (Mynd: Sverri Eghom)

Adrian Rúnason Justinussen temur bóltin hegnisliga, meðan regnið oysir niður (Mynd: Sverri Eghom)

2025-06-03 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tbilisi, Georgia (Portalurin): Taktikborðið hjá Eyðuni Klakstein var sum vant frammi í sambandi við landsliðsvenjing. Tað var tó skjótt at ein rúgva av regni var komið á tað og alt annað, sum stóð "bert" í Tbilisi-útryðuni.

Talan var um góðan grasvøll, ið georgiska fótbóltssambandið javnan nýtir. Í kvøld vandu flestu føroysku spælararnir har. Andrias Edmundsson og Odmar Færø vandu tó styrki og súkklaðu nakað á gistingarhúsinum. Miðverjarnir burdu tó verið nóg birgir at spæla ein leiklut hóskvøldið - talan var mest um "restutisjón" í dag. Odmar hevur havt okkurt at dragast við, og Andrias spældi avgerandi dyst í Póllandi sunnukvøldið.

Sí eisini: Andrias Edmundsson skal spæla í bestu pólsku deildini

Hóast teir báðir miðverjarnir ikki vóru á vøllinum, so vandu Føroyar við trimum miðverjum í taktiska partinum. Verjuspælið var í miðdeplinum í kvøld. Einki bendir á, at Føroyar fara frá 5-4-1/3-4-3 leikskipanini, sum Eyðun Klakstein og Atli Gregersen nýttu á U21-landsliðnum og eisini hava nýtt higartil á A-landsliðnum. Onkir, sum vanliga ikki byrja, fáa helst møguleikan hesaferð.

Regn og tora: Veðrið setti sín dám á - Jann noyddist út

Tað hevur verið góðveður við umleið tjúgu hitastigum og sól í løtum í dag, men beint áðrenn venjingina fór tað av álvara at regna. Onkur í leiðaratoyminum sá tað koma, og regnjakkarnir komu eisini væl við.

Tað regnaði av grimd í útvið hálvan tíma, og einaferð gekk toran. Hetta hendi brádliga - síðani varð avrátt at um toran kom aftur, so varð venjingin steðgað beinanvegin.

Hetta hendi tíbetur ikki, men tíverri sá Jann Benjaminsen út til at bekla í einari verjustøðu - eins og í landsdystinum í Kekkia í mars. Høgri bakkurin vandi ikki restina av venjingini.

Endað varð við spæli uppá tvey mál fyri nakrar. Føroyska liðið venur aftur í annaðkvøld. Venjingardysturin móti Georgia verður spældur hóskvøldið 5. juni, klokkan 17 føroyska tíð.

Sí eisini: Liva stórt sæð eftir føroyskari tíð á markinum millum Evropa og Asia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder