Oyggjaleikir 2019

Myndir: Triatletar stríðast í Gibraltar

Blakaðu seg á bláman tíðliga í morgun sum teir fyrstu íkðararnar í kapping á oyggjaleikunum.

Hávard Vatnhamar

Hávard Vatnhamar

2019-07-07 10:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir teir seinastu oyggjaleikirnir hava verið spennandi við føroyskum eygum, serliga tí tað eydnaðist jarnkvinnuni Karinu Ottesen at vinna gull í Jersey 2015 og silvur í Gotlandi 2017.

Men Karina er ikki við í ár og tí eru væntanirnar frammanundan ikki til nakað pláss á sigursskamlinum. Tó so – einasti kvinnuligi íðkarin – Súsanna Skylv Sørensen – fekk eina sera góða byrjan í síni kapping, og lá nummar tvey, tá farið varð ígongd við súkklingina.

Hugtakandi er henda kappingin kortini, ikki minst at síggja tá tey fara spelandi á sjógv á sandstrondini at svimja 1500 metrar, so upp og renna yvir til skiftiøkið, sleppa sær av við vátdraktirnar og upp á súkklurnar at súkkla 40 kilometrar. Sum um tað ikki var nokk, so skulu tey aftur skifta til rennuskógvar og renna 10 kilometrar áðrenn vinnarin kann kjósast.

Við føroyskum eygum er tað hugtakandi at síggja leirvíkingin Hávard Vatnhamar, sum við einum armi ikki smæðist burtur ímillum hinar íðkararnar, harav fleiri hoyra til heima í heimselituni og kappast í jarnmanskappingum.

Tey, sum hildu, at Hávard nokk ikki fór at klára seg, serliga í svimjingini, fóru skeiv. Hann var so langt frá at vera millum teir aftastu.

Frammanundan kappingini sá hann súkklingina sum sína størstu forðing. Serliga tí fleiri brekkur eru á rutuni, og sambært honum er tað truplast at halda ferðini við einum armi í undanbrekkunum.

Men lógvabrestirnir frá áskoðarunum tróta ikki, tá tey síggja henda væl trimmaða paratriatletin royna seg í oyggjaleikahøpi. Hann fær góðan stuðul frá síðulinjuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder