Fótbóltur

Nú ber til at keypa atgongumerki til heimadystirnar í juni

17. og 20. juni skulu Føroyar spæla móti ávikavíst Kekkia og Albania á Tórsvølli.

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2023-05-22 12:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber til at keypa atgongumerki til heimadystirnar hjá A-landsliðnum móti Kekkia og Albania, sum verða á Tórsvølli í juni.

Fríggjadagin 17. juni spælir landsliðið fyrsta heimadystin í verandi EM-undankapping, tá Kekkia kemur hendan vegin á vitjan. Tríggjar dagar seinni, týsdagin 20. juni, er mótstøðuliðið Albania.

Atgongumerkjasølan til dystirnar eru nú byrjað, og fáast tey til keyps á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Í fyrstu atløgu verða 2.000 atgongumerki til hvønn dyst sett til sølu, skrivar Fótbóltssambandið.

Nú Tórsvøllur fyribils er liðugt út- og umbygdur, samstundis sum nýggju ljósini eru um at verða klár, er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum kring vøllin.

Skráin 2023
17. juni kl. 19:45 Føroyar – Kekkia
20. juni kl. 19:45 Føroyar – Albania
10. sept. kl. 17:00 Føroyar – Moldova
12. okt. kl. 19:45 Føroyar – Pólland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder