Fótbóltur

Nú er HM av álvara komið í gongd

Ongland helt málveitslu móti Iran, ið tó eisini fekk tvey mál, Niðurlond avgjørdu móti endanum móti Senegal, og Bale tryggjaði Wales javnleik móti USA.

Stórur fagnaður á walisum, eftir at stóra hetja teirra Gareth Bale hevur skorað brotsspark og fyrsta málið hjá landi sínum í einum HM-endaspæli í 64 ár

Stórur fagnaður á walisum, eftir at stóra hetja teirra Gareth Bale hevur skorað brotsspark og fyrsta málið hjá landi sínum í einum HM-endaspæli í 64 ár

2022-11-21 21:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir eru spældir í Katar í dag. Annars verða fýra dystir spældir hvønn dag, meðan bólkaspælið er, men byrjanardysturin millum Katar og Ekvador varð fyri stuttum fluttur, so at hann var spældur í gjár.

Júst hesin byrjanardysturin var lítið av reypa av - serliga avrikið hjá heimaliðnum - men í dag kom gongd á. 

Les eisini: Ekvador vann byrjanardystin

Ongland vísti gott spæl móti Iran, og trý mál uppá tíggju minuttir stutt fyri hálvleik avgjørdi í roynd og veru dystin. Liðið hjá Southgate skoraði eisini trý góð mál í seinna hálvleiki, men Iran - ið annars als ikki var við í dystinum fingu tvey mál. Tað seinna var eitt ivasamt brotspark níggju minuttir inn í yvirtíðina; long yvirtíð var nakað, ið dysturin var merktur av.

Bukayo Saka skoraði tvey mál, Raheem Sterling, miðvallartalentið Jude Bellingham, og innskiftu Marcus Rashford og Jack Grealish. Fyri allar var talan um fyrsta mál/fyrstu málini í einum HM-endaspæli. Liðformaðurin Harry Kane skoraði ikki, men toppskjúttin frá HM 2018 spældi frálíka væl og legði millum annað upp til tvey mál. Vónirnar um at "It's comming home" eru hækkaðar nú.

[object Object]
Tvímálskjúttin Bukayo Saka í miðjuni - Grealish og Rashford skoraðu báðir, eftir at teir komu inn á vøllin 

Næsti dystur var ikki eins undirhaldandi. Niðurlond og Senegal sleptu ikki hondbremsuni, og tað var týðiligt, at afrikanska liðið betri kundi brúka ein javnelik í bólki A, har Katar og Ekvador eisini eru. Tað var 0-0 í 83 minuttir. So legði Frankie de Jong inn úr vinstru, og hægstur í brotsteignum var toppskjúttin í Eredivisie, miðvallarin Cody Gapko, ið spældi sín fyrsta HM-dyst. Í níggjunda minutti í yvirtíðini økti Davy Klaassen til 2-0 og harvið ein góð byrjan hjá Van Gaal og hansara monnum, hóast spælið ikki var nakað at reypa av.

Í síðsta dystinum áttu liðini á ein hátt hvør sín hálvleik. USA, ið hevur eitt spenanndi ungt lið, var omaná í fyrra hálvleiki, og sonur álopslegenduna úr Liberia, George Weah, legði USA á odda. Talan var um hegnisligt mál frá Timothy Weah, men í seinna hálvleiki kom Wales nógv betri við - millum annað tí stóri Kieffer Moore kom inn í álopið - og "sjálvandi" skoraði Gareth Bale. Tá tíggju minuttir restaðu í, varð Bale feldur, og maðurin sum nú spælir í USA til dagliga var ísakaldur og skoraði fyrsta málið hjá landi sínum í einum HM-endaspæli í 64 ár.

HM 2022
Bólkur A:

Í gjár, sunnudagin 20.11
Katar - Ekvador 0-2 

Í dag, mánadagin 21.11
Senegal - Niðurlond 0-2 (0-0)


Bólkur B: 
Í dag, mánadagin 21.11

Ongland - Iran 6-2 (3-0)

USA - Wales 1-1 (1-0)


Í morgin eru tað bólkarnir C og D, ið fara í gongd. Til ber millum at síggja Messi og Argentina tíðliga á degnum, og síðani millum annað eisini Danmark, Lewandowski og fronsku heimsmeistararnir royna seg.

Bólkur C: 
Í morgin, týsdagin 22. november

10.00: Argentina - Saudi Aurabia

16.00: Meksiko - Pólland 


Bólkur D: 

13.00: Danmark - Tunesia 

19.00: Frakland - Avstralia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder