placeholder
Hondbóltur

Oddadystur í Vestmanna

Neistin vitjar VÍF, tá fult umfar verður í SMS-deildini seinnapartin.

Mikukvøldið leiktu VÍF og H71 javnleik í oddadystinum. Í dag tekur VÍF ímóti Neistanum, meðan H71 vitjar í Klaksvík
(Mynd: Sverri Egholm)

Mikukvøldið leiktu VÍF og H71 javnleik í oddadystinum. Í dag tekur VÍF ímóti Neistanum, meðan H71 vitjar í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-16 10:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Øll kvinnuliðini í fremstu deildini skulu í eldin í dag: 

14.00:
VÍF - Neistin
StÍF - Kyndil

15.00
Stjørnan - H71

Greipuvinnarin er í favorittleiklutinum á heimavøllinum, men tá Neistin kemur á vitjan er lagt upp til ein tættan dyst; á pappínum tann mest spennandi í umfarinum. Í oktober spældu liðini javnleik í Havn, og hetta er ein av tveimum dystum í ár, har VÍF hevur mist stig. Liðini kappast í tætta oddastríðnum, og tað verður helst inntenst í dag. 

Í hinum báðum dystunum er útiliði favorittur. Í oktober vunnu H71 og Kyndil á ávíkavist Stjørnuni og StÍF, og tað er sannlíkt, at hetta hendir aftur í dag. Bæði liðið úr Hoyvík og úr Havn hava tørv á stigum í oddinum.  

Støðan í SMS-deildini undan tíggjunda umfarið:

1. VÍF (14 stig)
2. H71 (13 stig)
3. Neistin (11 stig)
4. Kyndil (10 stig)
5. Stjørnan (5 stig)
6. StÍF (1 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder