
Sjey dystir vórðu leiktir í Premier League í gjár - í tí seinna umfarinum sum er nú millum jól og nýggjár.
Watford vann 3-0 á Aston Villa í týðandi botndysti, Ancelotti vann aftur, har Calvert-Lewin skoraði aftur, Tottenham fekk bert eitt stig móti botnproppinum, og Manchester United tók enn eitt fet ímóti 4. plássinum. VAR var aftur eitt heitt kjakevni, eftir at fyrst Crystal Palace og síðani Pukki hjá Norwich fingu kolldømd mál vegna rangstøðu, har tað var ógvuliga tepurt og ivasamt.
Við brotssparki tryggjaði Harry Kane Totteham eitt stig - talan var tó um mistan møguleika at veruliga hála inn á Chelsea, ið liggur á 4. plássi (Mynd: EPA)
Chelsea skal nú klokkan 14 royna at koma úr sínari heldur tungu gongd og økja um munin til liðini niðanfyri. Arsenal kann í roynd og veru blandað seg í topp-fýra stríðið við sigri í fyrsta heimadystinum hjá Arteta sum oddamanni. Tað er sjálvdan keðiligt, tá hesir grannarnir hittast.
Mikel Arteta eftir sín fyrsta dyst sum Arsenal-venjari. Hann endaði við 1-1 javnleiki í Bournemouth (Mynd: EPA)
Kappingarárið sær út sum ein long sigursgongd hjá Liverpool, ið setti Leicester uppá pláss 2. jólakvøld. Liðið hjá Brendan Rodgers reisti seg í gjárkvøldið við sigri í London - eftir dystin fekk Pelligrini sekkin frá West Ham - men tað eru heili tíggju stig á muni. Liðið hjá Klopp kann økja um munin. Tað er Wolves, ið koppaði Manchester City 27. desember, ið vitjar Anfield. City skal reisa seg á heimavølli Sheffield, ið hevur havt eitt frálíkt kappingarár sum uppflytari.
Les eisini: Jóaumførini: Meistaraheitið mest sum avgjørt
Premier League 20. umfar:
Í dag:
14.00: Arsenal - Chelsea
16.30: Liverpool - Wolves
18.00: Manchester City - Sheffield United
Í gjár, 28.12:
Brighton – Bournemouth 2-0
Newcastle – Everton 1-2
Southampton – Crystal Palace 1-1
Watford – Aston Villa 3-0
Norwich – Tottenham 2-2
West Ham - Leicester 1-2
Burnley – Manchester United 0-2
Støðan:
1. Liverpool (52 stig)*
2. Leicester (42 stig)
3. Manchester City (38 stig)**
4. Chelsea (32 stig) **
5. Manchester United (31 stig)
6. Tottenham (30 stig)
7. Wolves (30 stig) **
8. Sheffield United (29 stig) **
9. Crystal Palace (26 stig)
10. Everton (25 stig)
11. Newcastle (25 stig)
12. Arsenal (24 stig) **
13. Burnley (24 stig)
14. Brighton (23 stig)
15. Southampton (22 stig)
16. Bournemouth (20 stig)
17. West Ham (19 stig)**
18. Aston Villa (18 stig)
19. Watford (16 stig)
20. Norwich (13 stig)
* Tveir dystir færri (18)
** Ein dyst færri (19)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald