Annað

Osla Johannesen og Maria Teresa Vitalis vunnið seg í finaluna og til EM næsta ár

Klaksvíksgenturnar gjørdu aftur í dag bart í Andorra. Tær vunnu 2-0 á Írlandi, og kunnu sunnudagin vinna fyrsta føroyska gullið í sandflogbólti - Osla og Maria Teresa skulu í øllum førum til fyrsta endaspælið í ítróttargreinunum.

Osla Johannesen og Maria Teresa Vitalis fegnast um vunnið stig móti Írlandi. Í morgin spæla tær finalu fyri Føroyar - móti Íslandi ella Skotlandi (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Osla Johannesen og Maria Teresa Vitalis fegnast um vunnið stig móti Írlandi. Í morgin spæla tær finalu fyri Føroyar - móti Íslandi ella Skotlandi (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2026-07-18 17:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Osla Johannesen og Maria Teresa Vitalis, sum vanliga spæla fyri Mjølnir, gera í hesum døgum bart við seg í sandflogbóltskapping í Andorra.

Talan er um eina U20 EM-undankapping, og higartil hava Osla og Maria Teresa vunnið allar dystirnar.

Myndir: Maria Teresa og Osla vunnu sínar dystir fríggjadagin

Í dag knógvaðu klaksvíkskvinnurna Írlandi. Flogbóltssamband Føroya skrivar, at føroysku kvinnurnar vunnu 2-0, og at tær harvið skulu spæla finalu í kappingini.

Hon verður í morgin, sunnudagin 19. juli, klokkan 12 føroysk tíð.

Mótstøðuliðið verður Ísland ella Skotland: Landið sum vinnur hina hálvfinaluna í dag.

Sigurin hjá Mariu Teresu Vitalis og Oslu Johannesen í dag merkir eisini, at Føroyar í 2027 á fyrsta sinni skulu til eitt EM-endaspæl í sandflgbólti.

Sandflogbóltur (beach volley) verður eisini partur av oyggjaleikunum 2027. Spælt verður á nýggjum vøllum í Sandavági og í Fuglafirði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder