Annað

Parasport Føroyar hevur úttikið íðkararnar til Special Olympics

10 íðkarar verða við á ferðini.

2018-12-13 17:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Parasport Føroyar hevur úttikið íðkararnar ið skulu til Special Olympics World Games í 2019

10 íðkarar verða við á ferðini, umframt venjarar, lækna og ferðaleiðarar.

Á fyrsta sinnið verður eisini luttikið í Unified kappingum, har ein við og ein uttan menningartarn kappast saman.

Tey úttiknu eru:

Rútmiskur fimleikur
  1. Bjørt Hermansen
  2. Eyð Patursson
  3. Súsanna Johannesen
  4. Jenny Solveig Thomsen
    Boccé
  5. Hilda Poulsen
    Svimjing
  6. Heidi Eliasen
  7. Signa Vár Joensen
    Frælsur ítróttur
  8. Meiken Salberg Olsen
  9. Rúni Jacobsen
    Badminton
  10. Oddur Gleðisheygg
Special Olympics World Games í Abu Dhabi er størsta ítróttar og humanitær tiltak í heiminum í 2019, við luttøku av fleiri enn 7000 íðkarum úr fleiri enn 170 londum í 24 ítróttargreinum.
 
Setanin av leikunum verður 12. mars, og endahátíðin 21. mars. - men ferðalagið fer úr Føroyum longu 8. mars, tí byrjað verður við sokallaðum Host Town visit í 3 dagar, har luttakararnir eru gestir í einum av hinum Emiratunum áðren farið verður til Abu Dhabi. Host Town vertir hjá Føroyum er Fujairah, ið er eitt av minni kendu Emiratunum ið er skal hava sera vakurt fjallalendi. Sjálvar ítróttarkappingarnar verða í Abu Dhabi og í Dubai
 
Special Olympics er heimsumfatandi felagsskapur ið ígjøgnum ítrótt fremur vitan um, og inklusjón av fólki við menningartarni. Meir kunning um leikirnar er at finna á www.abudhabi2019.org
 
- Parasport Føroyar
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder